Tað hevur verið lýtt og gott veður í allan dag, og nógv munnu hava fingið hoyggið til høldar - alt eftir, hvussu nógv hoyggj skal brúkast til kríatúrini tað næsta árið.
Í dag hava menn ballað hoyggj á Sandoynni og her í Todnesi, sum viðhefta mynd vísir, er alt fingið til høldar til eina heila ársnýtslu, stívliga 200 ballur tilsamans.
Amboðini hjá bøndrunum eru góð og effektiv, men neyðugt er at rulla ballurnar til maskinuna, sum leggur plasti um tær, lyfta ballurnar upp í lastina og avaftur, har tær skulu liggja.
200 ballur av hesi støddini er nóg mikið til nakrar heimaseyðir gjøgnum veturin, men tað røkkur ikki til nýtsluna hjá teimum bøndrum, sum bæði hava seyð og mjólkneyt.
Á Sandi eru teigarnir slættir, grasið veksur væl, og væl verður sátt og taðað. Tað eru bóndur, sum sláa bøin tvær og upp í tríggjar ferðir gjøgnum summarið og heystið.
Á viðheftu mynd sæst eisini søguligi prestagarðurin í Todnesi á Sandi, har Kálvur Lítli livdi og reikaði í 1400-talinum, Harra Clæmint í 1700-talinum, og har prestagjaldið í dag hevur sera fryntliga prestin, Havstein Klein.











