Audi Q6 – nýggjur el-bilur koyrir 500 km upp á eina løðing

Audi hava fleiri spennandi ætlanir og arbeiða við nógvum ymiskum konseptbilum. Ein av hesum er elbilurin Audi Q6 e-tron Quattro. Talan er um ein bil sum í stødd verður millum Audi Q5 og Q7.

Audi e-tron quattro koyrir upp til 500 km upp á eina løðing. Bilurin hevur tríggjar elmotorer, tveir aftan og ein framman, við tilsamans 435 hk. Umframt elmotararnar hevur Audi Q6 e-tron Quattro eisini sólsellur á takinum, sum geva sítt íkast til battaríini.

Sum tað sæst á myndunum, hevur bilurin modernað framtíðar design bæði uttan og innan.  Audi Q6 e-tron Quattro kemur eftir ætlan á marknaðin í 2018.