Átti Manchester United reytt kort?

Ein av viðmerkjarunum á Sky Sports var ikki í iva í hálvleikinum um at Manchester United skuldi spælt seinna hálvleik við 10 monnum.

-      Hatta er so grovt, sum tað kann vera. Um hatta ikki gevur reytt kort, hvat skal so geva tað?!

 

So bersøgin var viðmerkjarin á Sky Sports, Graeme Souness til dystin í kvøld. 

 

Marouane Fellaini slapp við einum gulum kortið, tá hann slegði út við alboganum eftir Manchester City verjuleikaranum Pablo Zabaleta í fyrra hálvleiki.

 

Her sæst hevnisøkan hjá Marouane Fellaini á www.101greatgoals.com

 

Seinni í fyrra hálvleiki hevði Marouane Fellaini eisini eina harða takling á David Silva, sum hann tó slapp snikkaleysur frá.

 

Marouane Fellaini hevur ikki sligið til í Manchester United enn, síðani hann bleiv keyptur til felagið seinasta summar fyri £30 milliónir pund.

 

Dysturin millum Manchester United og Manchester City endaði við einum greiðum 0-3 sigri til útiliðið úr Manchester City.

 

Myndin er frá SkySports.