Atlit takast til rørslutarnað og súkklubreytir

Á býráðsfundi í Havn í farnu viku samtykti Tórshavnar Býráð, at kommunan í framtíðini skal taka meiri atlit til atkomumøguleikarnar hjá rørslutarnaðum í sambandi við ger av vegum og gongubreytum. Eisini skal atlit takast til súkklubreytir.

Tað hevur mangan verið at hoyrt frá teimum, sum dagliga ferðast á súkklu í høvuðsstaðnum, at umstøðurnar at súkkla í Havn eru út av lagi vánaligar. Hetta hevur samgongan í Tórshavnar Býráð sett sær sum mál at fáa bøtt um, og tað hevur býráðið nú samtykt.

Ligið á láni leingi
Niðurstøðan hjá Tórshavnar Býráð er tann, at súkklubreytir skulu skipast allastaðni, har pláss er, og skulu eisini takast við í øllum nýggjum vegaætlanum.
Býarverkfrøðingurin mælir til, at í hvørjum einstøkum føri skal kommunan taka støðu til, um kommunan skal lata gera súkklubreytir í sambandi við nýgerð av vegaarbeiðum í kommununi. Somuleiðis mælir býarverkfrøðingurin til, at støða eisini verður tikin til atkomuviðurskiftini hjá rørslutarnaðum í sambandi við øll sløg av arbeiði.
Hetta er nú samtykt at býráðnum, og formaðurin í teknisku nevnd, Marin Katrina Frýdal, fegnast um, at hetta nú er komið upp á pláss, tí hetta var eitt av vallyftunum hjá henni.
- Tað hevur tikið sína tíð at fáa tað upp á pláss, men nú er tað so samtykt, og tað er gleðiligt. Hetta hevur ligið á láni í alt ov langa tíð, heldur Marin Katrina Frýdal.