Í dag var almenn móttøka í Fíggjarmálaráðnum í samband við, at Petur Alberg Lamhauge leggur frá sær sum stjóri - og nýggjur maður kemur í hansara stað. Nú Petur Alberg Lamhauge leggur frá sær og gevst í Fíggjarmálaráðnum hin 30. apríl, hevur hann verið aðalstjóri í tilsamans 13 ár. Fyri ta tíð var hann stjóri á Toll-og Skatt í 12 ár.
Portalurin var eisini við til almennu móttøkuna í Fíggjarmálaráðnum í dag.
Nýggjur aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum verður hoyvíkingurin, Atli Leo, sum her er á myndini saman við Peturi Alberg Lamhauge.