Atli Jensen greiðir frá um bilmentan í gomlum døgum

Á fundi hjá Føroya Ellisakføru í Havn kvøld fer Atli Jensen, fyrrverandi stjóri á Bileftirlitinum, at greiða frá um bilar og bilmentan í gomlum døgum. Hann var stjóri á Bileftiritinum, sum varð stovnað í 1960 – og hann fer m. a. at greiða um, hvussu teir sýnaðu bilar og um, hvussu umstøðurnar vóru fyrri.

 

Saman við honum um framløguna verður eisini Viggo Johannesen í Kvívík.

 

Eisini fer Magnus Gunnarsson at hava eina framløgu við gomlum myndum – serliga av bilum, og hann fer við síni stóru vitan um bilar og føroysku bilasøguna at greiða frá.

 

Fundurin hjá Føroya Ellisakførum verður í hølum felagsins yvir við Strond 22 í kvøld klokkan 20.