Atli Dam hevði kraftar og kærleiks og hóvsemis anda

-sum hann brúkti í tænastu fyri Føroyar segði Bjarni Bæk, dómprovstur m.a. til jarðarferðina hjá Atla Dam, fyrrverandi løgmanni í Vesturkirkjuni leygardagin. Vit prenta prædikuna.

Í einum av brøvum sínum skrivar Paulus: Tí at ikki gav Guð okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda.
Gud køvir ikki lívsmót okkara, men eggjar okkum til at liva og brúka møguleikar og tilfeingi okkara. Og hann gevur útgerð til at megna tað, sum vit skulu. Hann gav kærleiks anda. Tað merkir vilja til at satsa okkara tilfeingi fyri onnur, umsita tað, so at tey rundan um fáa gleði og lívsmót av tí. Ein tílíkur holdningur hóskar væl saman við hóvsemis anda, at vit leggja band á okkum og loyva hinum at vera tey, tey eru, so at tey fáa brúkt tilfeingi og møguleikar.
Og nú, vit steðga á, tí deyðin tykist hava tikið róður í hond og vil fáa tykkum at sigla í ring sum í mjørka, tørvar tykkum at verða vard móti mótloysis anda og at hoyra tað sum ein boðskap, at tit frá Gudi fingu kraftar og kærleiks og hóvsemis anda, so at tit kunnu varðveita tykkara identitet og fáa lívssigling tykkara til aftur at hava mál og meining.
Meðan tit í sorgartíðini orientera tykkum í tí broytta veruleikanum og samla kreftir til at reisast, eru tit ikki gloymd av hinum livandi Gudi. Í ein sálmi í GT hevur sálmaskaldið hesa erfaring við Gudi: Um ævir hann minnist sáttmála sín, gjøgnum túsund ættir tað orðið hann gav. Tað eru myndir, vit kenna og seta høgt, at tann, ið gav okkum sítt orð, stendur við tað. Tað minnast tit eisini Atla fyri. Tá Gud við Jesusi - í dópinum - gav tað lyftið at verða við okkum allar dagar alt til veraldar enda, so er tað lyftið ein hella at standa á, tá tit í morgin og framyvir mobilisera lívstilfeingi tykkara fyri at orientera tykkum í tí nýggja veruleikanum uttan Atla.
Eg skal nevna eitt orð aftrat í GT. Tað er eisini eitt lyfti, sum sálmaskaldið hevur góðar erfaringar av: Frá øllum illum skal Harrin teg varða, hann tína sál skal varða. Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir. Vit hoyra kanska lyfti um at sleppa undan øllum illum. Men tað eru nú ikki okkara erfaringar. Eg vil siga: tvørtur ímóti. Bæði tit og fleiri aðrar familjur í býnum í dag - sita við sorg, tí deyðin kom ógvisliga inn á tykkum. Gudstrúgvin man tó hava lært okkum, at tann vegin gongur lyftið jú ikki. Men har er ein týdningarmikil viðmerking løgd við: hann tína sál skal varða. Og tað er júst tað, okkum tørvar: at verða stuðlað til at varðveita okkara sál, okkara identitet. Tá fáa vit - tá vit eru klár aftur - tikið lívið uppá okkum, so vit fáa megnað tað, vit skulu. Tí tey, sum eru rundan um okkum, tørvar okkum og okkara førleikar, okkara kraftar og kærleiks og hóvsemis anda. Tann vegin fáa tey nýtt lívsmót.
Og eg hugsi, at tit til tað lívsmótið hava góð minnir eftir Atla at taka upp eftir hann. Tað skilst eisini av teimum minningarorðum, sum so nógv hava mugað skrivað av tí, at Atli sum politiskur leiðari og menniskja hevur lagt virðir eftir seg í sinni teirra - virðir, sum hava gjørt okkurt gott og fingið onkran at hugsa øðrvísi.
Tá hann var liðugur at lesa til verkfrøðing í 65, arbeiddi hann hjá Haldor Topsøe og fekk uppgávur í Kuwait. Men tá Villy Sørensen doyði á nýggjárinum í 70, bleiv Atli biðin at koma heim at vera landsstýrismaður, hóast hann, sum tað kundi sæð út, stóð á berum politiskt. Men tað var nú ikki so. Tí pápi hansara, sum jú eisini var eitt gjøgnum politiskt menniskja, hevði við longum brøvum kunnað Atla um politisk viðurskifti í Føroyum. Og Atli hevur dugað at lurtað og við sínum politiska forstáilsi hoyrt, hvat pápin segði.
Sum tað skilst av teimum mongu politisku og vinnuligu leiðarunum - bæði teimum, sum hava sama politiska holdning sum hann, og teimum, sum standa á heilt øðrum stað - so hevði Atli førleikar, sum fáa menn at brúka so stór orð sum statsmann um hann. Hátíðarliga kundi eg sagt, at hann hevði kraftar og kærleiks og hóvsemis anda, sum hann brúkti í tænastu fyri Føroyar.
Av serligum eginleikum nevna menn eitt - sera týdningarmikið - eyðkenni: hann helt sítt orð. Og tú kundi líta á, at hann fylgdi reglunum í kompliseraðum samráðingum, so at tú kundi halda fram har, sum tú slepti dagin fyri. Hann var áhaldin í samráðingum, men altíð við vilja til at finna loysnir. Hann var arbeiðssamur, sum gjørdi hann føran fyri at vera nágreiniliga kunnaðan um tey mál, hann samráddist um. Tað hava m.a. danskir toppolitikara undirstrikað, og siga tað vera Atla fyri at takka, at sáttmálin um undirgrundina fekst á mál.
Hesin mátin at umsita sítt tilfeingi, góvu honum góðar kontaktir, sum fleiri gjørdust týdningarmikil vinabond. Og álitið á hann gjørdi, at menn søgdu seg hava tikið við læru av honum.
Vinnulívsmenn nevna eisini - ikki bara áhuga hansara fyri, hvussu vinnan, serliga skipini, gekk - men teir upplivdu tað sum umsorgan. Og rolla hansara sum leiðari á Realinum, hevur varðveitt meira enn einum skipi í landinum. Onkrir hildu hann til tíðir vera ov bjartskygdan. Eg giti, at tað var forstáilsi hansara fyri týdninginum av, at skipini sigldu, sum hevur fingið hann at strekt møguleikarnar út á eggina.
Týdningurin av hansara politisku leiðslu bæði í góðum árum og í kreppuárum hava gjørt hann til eina epoku í føroyskum politikki. Og saman við pápa sínum var hann fast forankraður í javnaðarhug-sjónini, har tað hjá honum var umráðandi, at so nógv sum gjørligt fingu lut í teimum møguleikum, sum lógu í øllum nýggjum framburði, sum hann beyð sær til at virka fyri.
Politikkur til frama fyri Føroya fólk var hansara lív líka til tað síðsta. Og ein skuldi trúð, at hann ikki fór at kunna sleppa endanum, tá hann legði frá sær sum løgmaður og formaður í javnaðarflokkinum. Men tað kundi hann. Tí hann var tilvitandi um tann spurningin. Men spurdu teir hann, svaraði hann sjálvandi. Og vildu teir avprøva síni argumentir við hann, fingu teir eisini svar.
Men hóast Atli var politiskur 365 dagar um árið, dyrkaði hann sítt fyri seg sera týdningarmikla familjulív. Sólvá og síðan børnini vóru tey altavgerandi menniskjuni í gerandisdegnum. Og hann var Sólvá takksamur fyri ta rollu hon megnaði at hava í hansara virksemi. Eisini móti teimum var umsorganin í fokus, ja, kanska hevði øll onnur vinnulívsumsorgan sín uppruna í heiminum. Hann fylgdi væl við í útbúgving og frítíðarítrivum hjá børnunum og visti væl, nær rætta løtan var at spyrja, hvussu tað gekst við hesum ella hasum, sum var týdningarmikið fyri tey. Og eitt, sum tey upplivdu sum grundleggjandi: hann stuðlaði teimum í tí, sum tey høvdu sett sær fyri. Hann stuðlaði teirra sjálvsáliti, so tey kundu uppbyggja sær sín egna identitet.
Men nú hendan dagin endaði so hansara lívsleið, óvæntað. Og tómleikin og tøgnin verða ivaleyst meira larmandi í hjørtum tykkara, tá tit hava latið Atla frá tykkum í Harrans hendur, og tá hesir dagar eru farnir, og hvør fer aftur til sítt. Eg skal tí enda við eini Guds áminning til tykkara rundan um, sum standa upprøtt: Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists. Og eitt Guds lyfti til tykkara, sum mugu taka sorgina til hjálpar fyri at megna at koma inn á ta nýggju kósina uttan Atla: Frá øllum illum skal Harrin teg varða, hann tína sál skal varða. Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir.
Amen

Latið okkum biðja
Miskunnsami faðir! Takk fyri lívið, tú gavst okkum við gleði og sorg; takk, at vit mega trúgva, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska teg. Halt okkum nú í sorg okkara fast hjá tær. Áminn okkum um, at tú við deyða og uppreisn sonar tíns hevur tikið alla neyð okkara á teg. Endurnýggja okkum í livandi vón. Sýn okkum, at tú í dópinum hevur tikið okkum at tær sum børn tíni og fyrijáttað okkum syndanna fyrigeving og ævigt lív. Hjálp okkum í sorg og sakni okkara. Styrk okkum í vónini um, at tú skalt føra øll tíni børn heim í himmalska ríki títt at lova og takka tær um aldur og ævir allar.
Amen