Atletico og Chelsea samd um Costa

50 milliónir pund er prísurin á Diego Costa, og feløgini eru samd um søluna.

50 milliónir pund er prísurin á Diego Costa, og feløgini eru samd um søluna.

 

Tað skrivar enska blaðið, Metro.

 

Sambært blaðnum skal Diego Costa byrja í Chelsea 30. juni.

 

Venjarin hjá Chelsea, Jose Mourinho, hevur ikki dult fyri, at hann vil hava ein topp áleypara til komandi kappingarár, og sambært spanska blaðnum, El Confidential, hevur Chelsea gjørt ein handil við brasilia fødda áleyparan.

 

Costa, sum fer at umboða Spania við HM í ár, møtir júst Chelsea í hálvfinaluni í Champions League, men tey 32 málini hjá Costa í ár hava longu sannført Mourinho um at gjalda felagsmetið á 50 milliónir pund.