Atlantsflog ræðist ikki kapping

Atlantsflog kennir næstan ikki til annað enn kapping á økinum, og við nýggju møguleikunum við longda flogvøllinum er føroyska flogfelagið til reiar til eina møguliga kapping.

- Vit hava verið í kapping síðani felagið varð stovnað í 1988, hóast vit nú hava verið einsamallir á økinum í eina tíð, sigur Magni Arge.
Stjórin í Atlantsflogi heldur, at nú møguleikarnir við einum longdum flogvølli eru størri, má roknast við, at onkur annar fer at bjóða seg fram.
- Men skuldi tað hent, er tað ikki nakað, sum kemur óvart á okkum. Annars hava vit somu ynskir, sum Vága Floghavn, at tað gerast fleiri fólk, sum fara at ferðast um flogvøllin í Vágum og útheimin. Ikki minst at fáa fleiri ferðafólk aðrastanis frá at koma til Føroya, sigur Magni Arge.
Tað var annars nú fráfarni stjórin í Vága Floghavn, Dávur Reinert Hansen, sum í farnu viku boðaði frá, at hann hevði sett seg í samband við okkurt flogfelag, meðan okkurt hevur sett seg í samband við Vága Floghavn. Og í tí sambandi segði fráfarni stjórin, at ynski var at fáa størri ferðslu um flogvøllin.
- Tað, at flogvøllurin nú verður longdur, hjálpir upp á avmarkingarnar, men marknaðurin í Føroyum er jú lítil, vit eru ikki fleiri enn 50.000 fólk. Og kostnaðarstøðið at flúgva til og úr Føroyum er lutfalsliga høgt, og hægri enn aðrastaðni, sigur Magni Arge.
Ein trupulleiki er eisini, at kennskapurin til Føroyar úti í heimi er rættiliga avmarkaður, og tí skal nógv nýtast í marknaðarføringini, fyri at kveikja áhugan.
- Og vit sum felag royna at gera tað, vit kunnu fyri at rationalisera, og fyri at marknaðarføra Føroyar sum destinatión, eisini fyri at kunna bjóða bíligari ferðir, sigur Magni Arge.

Skattur á ferðing
Stjórin í Atlantsflog sigur, at felagið er í samstarvi við fleiri onnur feløg.
- Hetta fyri at kunna skapa umstøður, so vit kunnu koma longri út í heim til rímiligar prísir. Og tað haldi eg hjálpir upp á ferðingina. Vit vilja jú eisini samstarva við Vága Floghavn fyri at vaksa um streymin av ferðafólki, sigur Magni Arge.
Hann sigur, at tey fegin vildu samstarvað við landsstýrið um at fáa fleiri fólk at ferðast um flogvøllin, men tað er eisini eitt ynski, at fáa minka um avgjøldini á ferðunum til og úr Føroyum.
- Hóast tað er eitt ynski at fáa bíligari ferðir, so hava vit kortini valt at leggja skatt á ferðing til og úr Føroyum, og gjalda 120 krónur hvørja ferð vit ferðast um flogvøllin, sigur Magni Arge.
Hann leggur aftrat, at gjaldið at nýta floghavnina fór mikið upp, tá føroyingar yvirtóku ræðið á floghavnini.
- Og tað vendir eitt sindur øvugt í mun til ynskið at fáa størri ferðslu um floghavnina. Men tað kundi loyst seg um vit arbeiddu saman um at fáa kostnaðin nakað niður við at minka um skattin og at minka um útreiðslurnar at nýta flogvøllin, sigur Magni Arge.
Hann heldur eisini, at møguleikarnir eru ov skerdir at flúgva um náttina og tíðliga á morgni.

Um viljin er
Hugt verður í løtuni eisini eftir møguleikunum at flúgva til aðrar destinatiónir.
- Møguleikarnir verða jú eisini størri, tá vit fáa nýggja Airbus flogfarið. Hann røkkur nógv longri enn tey flogfør, vit hava í dag, og ein av ítøkiligu ætlanunum, sum vit hyggja upp á í dag er møguleikin at flúgva beinleiðis úr Føroyum og suður í heitu londini, sigur Magni Arge.
Hugt verður eftir Barcelona, Alicante ella møguliga Mallorca.
- So er tað hetta ynski, sum allir føroyingar hava um at sleppa bíligari av landinum, og har kundi verið hugt eftir grannalandinum, Hetlandi, har myndugleikarnir júst hava longt tað, sum verður rópt Air Discount Sceme í fýra ár frá 2012 til 2015. Hetta er ein EU-góðkend skipan, har skotska parlamentið rindar 40% av ferðaútreiðslunum aftur til tey ferðandi, sum eru búsett fast í Hetlandi, sigur Magni Arge.
Fyrr var tað bert galdandi til Skotlands, men nú verður tað galdandi til onnur lond eisini, eitt nú Noreg ella til London.
- Hetta vænti eg fer at hjálpa teimum til at fáa eina vaksandi ferðslu, og á sama hátt kundu vit vaksi um okkara ferðslu, um viljin er til staðar, sigur Magni Arge.