Atlantsflog hevur júst fingið limaskap í the International Air Transport Association, IATA.
IATA er ein vinnufelagsskapur fyri flogfeløg, og í løtuni eru eini 290 flogfeløg úr 117 londum limir í felagsskapinum. Tað eru umleið 82 prosent av allari flogvinnu í heiminum. IATA umboðar, ráðgevur og stendur fyri leiðbeiningum og krøvum til vinnuna.
Atlantic Airways fegnast um limaskapin, tí við limaskapinum fær felagið atgongd til eitt altjóða netverk, sum gevur nýggjar møguleikar fyri at samstarva við onnur flogfeløg, soleiðis at Atlantsflog røkkur enn longur út í heim, sigur felagið.










