Atlants Kolvetni leitiloyvi í írska havinum

Víðkar harvið um sítt virksemi uttan fyri Føroyar

Føroyska oljufelagið Atlantic Petroeum hevur fingið tillutað eitt leitiloyvi í 24. bretska útbjóðingraumarinum. Talan er um eitt loyvi í Morecambe Bay økinum í írska havinum. Fyristøðufelag er Challenger Minerals (15%), og hinir partnararnir eru Dyas (15%), First Oil Expro (25%) og Providence Resources (25%). Føroyska felagið hevur 20% í loyvinum. Atlantic Petroleum sigur í tíðindaskrivi, at ætlanin er at skjóta 3 D seismikk fyri at skilja alt økið, áðrenn avgerð verður tikin at bora innan fýra ár.

Loyvið liggur nær við eitt annað loyvi, sum somu feløgini eru við í. Tað er eitt fund kallað Lennox. Wilhelm Petersen, stjóri, sigur, at teir eru sera fegnir um at hava fingið hetta loyvið, sum fer at gera felagið betri ført fyri at kanna alt økið. Eisini eru tey hjá Atlantic Petroleum fegin um at arbeiða víðari saman við hinum oljufeløgunum.

Við hesum leitiloyvinum aftrat hevur Atlantic Petroleum enn einaferð víðkað um sítt virksemi uttan fyri Føroyar. Felagið er annars við í tveimum loyvum í 2. føroysku útbjóðingini.