Atlantic Petrolinum á nýggjum leiðum

Atlantic Petrolium hækkar nú partapeningin fyri triðju ferð. Hesuferð verður tað við upp til 30 milliónum krónum, og møguleiki verður hjá útlendingum at seta pening í. Felagið verður eisini í januar/februar tað fyrsta føroyska felagið, ið verður skrásett á føroyska partabrævamarknaðinum

Frá 16. - 31. desember verður møguligt hjá áhugaðum ísetarum at tekna partabrøv í Atlantic Petrolium. Tvær ferðir áður hevur felagið hækkað partapeningin, men hesuferð verður tað tó nakað øðrvísi. Tað, sum er serligt við hesi kapitalhækkingini er, at tað nú eisini verður møguligt hjá útlendskum ísetarum at keypa sær partabrøv.
Atlantic Petrolium hevur ment seg nógv uttanfyri Føroyar í seinastuni, og felagið er við í trimum oljufeltum, sum skulu útbyggjast í enskum sjógvi.
Fyrsta feltið verður ætlandi í framleiðslu í síðst í 2006 ella fyrst í 2007, annað feltið verður ætlandi í framleiðslu síðst í 2007 og triðja feltið í 2008.

Partabrævamarknaðin
Men um partabrøvini í Atlantic Petrolium skulu hava nakran áhuga hjá útlendsku ísetaraunum, er neyðugt, at partabrøvini verða skrásett í einum partabrævamarknaði. Á henda hátt ber jú til at fylgja við í hvussu stórt virðið á partabrøvinum er frá degi til dags. Hetta ger eisini keyp og sølu av partabrøvum nógv smidligari enn hon higartil hevur verið.
Tí hevur leiðslan í Atlantic Petrolium avgjørt, at skráseta felagið á føroyska virðisbrævamarknaðinum í januar/februarmánaði komandi ár. Harvið verður felagið allarhelst tað fyrsta í landinum at vera skásett.
Í hesum sambandið er felagið blivið virðismett, og kursurin er settur á 265. Hesin kursurin er ikki grundaður á um olja verður funnin, so tað er ein møguleigur eykavinningur hjá ísetarum.
Tá felagið varð stovnað í 1998, var kursurin 105, so teir umleið 2000 verandi partaeigarar hava longu vunnið higartil.
At olja júst er funnin so tætt við føroyska markið fer nokk at verkja nakað av áhuga, tá fólk síggja, at okkurt nú aftur hendir á oljuøkinum, heldur Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petrolium.