Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at felagið hevur funnið olju í Orchid leitibrunninum, ið liggur í enska partinum av norðsjónum.
Kanningar av brunninum staðfesta, at olja er til staðar í eini kálk formatión, og brunnurin verður nú afturlatin.
Brunnurin varð boraður við boripallinum Sedco 711. Dýpið, har brunnurin liggur, er umleið 290 føtur, og tvey framleiðandi felt, Bittern og Kyle, liggja nærhendis. Tvey mið vóru í brunninum, og olja var funnin í eini kálk flá. Fláin er meira enn 280 føtur til hæddar, og olja varð staðfest við einum miðal poknusstigi, sum er 30 prosent.
Nærri kanningar av fundinum skulu gerast fyri at staðfesta støddina, og um fleiri brunnar skulu borast.
Summit Petroleum er fyristøðufelag, og eigur 45 prosent í loyvinum. Atlantic Petroleum keypti seg inn í loyvið í 2011, og eigur 10 prosent. Onnur samstarvsfeløg eru Valiant Petroleum (30 prosent) og Trap Oil (15 prosent).
Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur at úrslitið av boringini er gott, men neyvari kanningar skulu gerast fyri at staðfesta, um fundið er rakstrarvert. Tey fara nú, saman við sínum samstarvsfeløgum at greina tær upplýsingarnar, ið boringin hevur givið.










