Atlantic Petroleum betri fyri

Nógv rumbul hevur verið kring Atlantic Petroleum, men við broyting í lánum og í leiðslu hevur felagið sambært sær sjálvum vent keðiligu gongdini

Seinasta árið hava nógv dapur tíðindi verið um Atlantic Petroleum, og so seint sum í seinastu viku kom ein greining, sum greiddi frá, at sambært roknskapinum fyri 2008 var oljufelagið í so stórum trupulleikum, at tað er vandi fyri, at tað kundi fara av knóranum.

Rættiliga skjótt kom fram, at síðan 2008 eru nógvar broytingar hendar í felagnum, sum hava við sær, at felagið í dag er nógv betri fyri.

- Vit máttu gera nakrar broytingar, og tær eru gjørdar, greiddi Wilhelm Petersen frá, eftir at felagið var sett á vandalista hjá Økonomisk Ugebrev.


Meir framleiðsla

Eitt, sum eisini hevur gjørt seg galdandi, er at felagið er rættiliga lítið, og tí kunnu smáar broytingar merkja nógv fyri felagið.

Ein av orsøkunum til, at tað sá rímiliga svart út hjá felagnum í endanum av 2008, var at oljuframleiðsla ikki var byrjað í Ettrick-økinum. Tað er hon nú, og hetta er við at venda gongdini í felagnum.


200 milliónir

Ætlanin er at fáa meiri pening í felagið, soleiðis at tað er betri tryggjað. Sambært Dimmalætting í gjár, er ætlanin at fáa 200 milliónir krónur í felagið.

- Vit vita at tað er áhugi uttanlands at seta pening í felagið, og tað verður uttan iva farið tann vegin eisini, segði Wilhelm Petersen við Dimmalætting í gjár.