Var talan um teir, sum byrjaðu at arbeiða felagið upp úr ongum, hevði verið lættari at skilt eina mótreaktión, men ein leiðsla, sum er komin til skorin klæðir, og hvar ferðafólkið er økt ár undan árið til tað størsta nakrantíð, er øll grund at halda: - Illa er húsast. Hevur Altantic Airways ikki ráð til munandi príslækking, nú bæði landskassin og framtaksgrunnurin hava oyst tíggjutúsundtals milliónir í felagið, afturat tí rekord høga ferðafólkastreyminum, nær verða so ráð til tað? Tey títtu tíðingaskrivini, ið felagið sendur Útvarpi Føroya um, hvussu framúr væl tað gongur hjá felagnum, munnu undra mangan mann.Tú hoyrir ikki aðrar fyritøkur bera seg soleiðis at í loftmiðlunum:
Hygg, vit hava keyp eitt flogfar afturat! (eitt gamalt flogfar, sum kortini einki fíggjarligt grundarlag er fyri at hava í føroyaflúgvingini uttan í háárstíð).
Núverandi flogfar megnar ikki at flyta alt ferðafólkið, sum flýgur millum londini!
Vit hava upprættað nýggjar leiðum og økt um túratalið!
Lutfallsliga flýgur felagið nógv fleiri ferðandi enn kappingarneytin! o.s.f. o. s. f.
Hví alt hetta reypið?
Munnu hesi tíðindaskriv ikki heldur vera send út í einari desperatari støðu, fyri at hava okkurt at fortelja polittikarunum og tí vanliga føroyinginum?
At prísirnir eru órýmiliga høgir, kann éitt nú lýsast soleiðis: Fyri sama prís, sum tað kostar einum føroyingi at flúgva til Danmarkar við Atlantic Airways, kann ein heil familja á evropeisk meginlandinum ferðast til støð á hinari jarðarhálvuni.
John S. Myllhamares Eidesgaard:
»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«
»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað
persónliga frælsið fer fyri bakka«
»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«
»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«
»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein
samtykt«
ENDURGEVINGAR:
Høgni Hoydal:
»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«
»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«
»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir
fíggjarlógarviðgerðini seinast«
»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«
»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«
»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av
Christiansborg«