Tráin Petursson Nónklett, valevni hjá Tjóðveldi til kommunuvalið seinast, leggur seg nú út í kjakið um at legalisera hassj.
Seinastu árini hava vit hoyrt nógv um, at ung enda í trupulleikum orsaka av rúsevnisnýtslu, og tað hevur eftir øllum at døma fingið atkvøðuslúkin hjá Tjóðveldi at siga sína hugsan um málið.
Tí tað er sum svar til eina grein hjá in.fo herfyri um, at tveir mans fyrst í tjúgunum vórðu tiknir fyri at smugla fimm kilo av hassj til Føroya, at Tráin ger sína viðmerking.
Les eisini: Smuglaðu fimm kilo av hassji til Føroya
- Virkar fyri mær nógv skilabetri at vit legalisera eina skipaða sølu av hassji í Rúsuni, eins og við alkoholi, heldur enn at (ofta ung) fólk skulu setast í fongsul fyri at smugla. Vit fáa ikki steðga tí, og tá er nógv frægari, at landi fær eina inntøku av søluni, sum síðani kann brúkast uppá t.d. heilsutilboð, skrivar Tráin Petursson Nónklett.
Við in.fo í morgun sigur Tráin Petursson Nónklett, sum eisini er nevndarlimur í Unga Tjóðveldi, at hann ongar ætlanir hevur um at leggja hetta sjónarmið fyri Tjóðveldisflokkin.
- Hetta er mín persónliga hugsan. Unga Tjóðveldi hevur ikki nakra hugsan um hetta og eg ætli mær ikki júst nú at leggja hetta fyri flokkin, sigur Tráin Petursson Nónklett.