Atkvøðurætt til løgtingsval er treytin til fólkaatkvøðuna

Landsstýrið fer at leggja uppskot til lóggávu fyri tingið um fólkaatkvøðu, har ásetingar verða gjørdar um hetta. Spurningurin er ikki endaliga viðgjørdur og ymiskar meiningar eru í landsstýrinum um, hvat uppskotið skal vera, sigur Høgni Hoydal í svari til fyrispurning

ÓLAVUR Í BEITI


Heðin Mortensen, løgtingsmaður Sambandsfloksins, setti herfyri Høgna Hoydal, landsstýrismanni í sjálvstýri, seks spurningar í sambandi við fullveldisætlanina. Fyrst vildi Heðin Mortensen hava at vita, hvussu nógv fólk hava verið og eru í starvi í sambandi við málið, og svarar Høgni Hoydal, at 2 fólk eru beinleiðis starvssett hjá landsstýrinum í sambandi við sjálvstýrismál.

Og viðvíkjandi spurninginum um PR-fólk, sigur Høgni Hoydal, nei, onki fólk er sett í starv í Danmark fyri at gera PR-arbeiði fyri fullveldinum.

? Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri tinginum, hvat fullveldisætlanin higartil hevur kostað, og hvussu nógv hon í framtíðini fer at kosta ? spyr Heðin Mortensen í fjórða spurningi, og Høgni Hoydal svarar, at í fíggjarárinum 98 vórðu 463.000 kr nýttar til sjálvstýrismál, í 99 5.441.000 krónur, og í figgjarárinum 2000 eru 487.714 kr higartil nýttar. Í ár eru annars játtaðar 5,08 milliónir kr til sjálvstýrismál, og sjálvstýrismál hava sostatt higartil kostað 6.487.714 kr; meðan økið við árslok fer at hava kostað 10.984.000 kr. hesi 3 árini tilsamans, sigur Høgni Hoydal.


Ikki ábyrgd landsstýrisins

? Hevur landsstýrið ætlanir um at geva andsstøðuni sama møgulleika, at kunna um alternativar møguleikar til fullveldisætlanina (her verður hugsað um tekniskar- og fíggjarligar møguleikar), spyr Heðin Mortensen, og sjálvstýrismálaráðharrin svarar, at tað er landsstýrisins ábyrgd at kunna um síni politisku mál. Tað er ikki landsstýrisins ábyrgd at leggja til rættis ella fíggja kunning um onnur mál enn tey, landsstýrið stendur fyri.

? Men kortini er ætlanin, at saman við lógaruppskotinum um fólkaatkvøðuna verður eitt uppskot um eykajáttan til stuðul til flokkar og møguligar felagsskapir, sum ynskja at kunna upp til fólkaatkvøðuna, so her fara tey sum eru fyri og tey sum eru ímóti at hava eins góðar møguleikar, sigur Høgni Hoydal.


Atkvøðurætt

Og viðvíkjandi spurninginum um atkvøðurætt á fólkaatkvøðuni miklu um framtíðarstøðu Føroya, sigur Høgni Hoydal, at hetta er ein spurningur, sum løgtingið ger av.

? Landsstýrið fer at leggja uppskot til lóggávu fyri tingið um fólkaatkvøðu, har ásetingar verða gjørdar um hetta. Spurningurin er ikki endaliga viðgjørdur og ymiskar meiningar eru í landsstýrinum um, hvat uppskotið skal vera. Eisini eru nógvir løgfrøðisligir trupulleikar tengdir at hesum. Tá landsstýrið er spurt um hetta hava vit svarað, at tað mest sannlíka er, at tað vera tey somu sum tey, ið hava atkvøðurætt til løgtingsval, sigur Høgni Hoydal m.a. í svarinum til spurningarnar frá Heðin Mortensen.