Atburðurin var fyrimyndarligur

Løgreglan í Havn stúrdi eitt sindur, hvussu tað fór spæla av, tá ið stórt DJ Show var í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í nátt Seinast tað var, hevði løgreglan stórar trupulleikar av ólátaðum ungdómi, so løgreglan hevði fyrireikað seg upp á eitt sindur av hvørjum.

 

Men hesuferð var atburðurin hjá teimum ungu fyrimyndarligur, sigur løgreglan.

 

Tað vóru eini 300 ungfólk í høllini, men vit fingu onga fráboðan yvirhøvur um nakað sum helst, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun.

 

Løgreglan ger nakað burtur úr at vísa seg á støðum, har tiltøk verða fyriskipað og tað vísir seg at virka tálmandi.

 

Løgreglan var eisini uppi við ítróttarhøllina og tosaðu við fólk og tað høvdu tey góðar royndir av og nakrar ferðir fingu tey forða fyri, at smáar ósemjur mentu seg til nakað meir, sigur løgreglan.