Í greinini "Góði veljari: Tú hevur onga ávirkan á nakað" umrøddi eg tann trupulleikan, at føroyski veljarin hvørki velur landsins stjórn, landsins stjórnarleiðara ella landsins politikk. ? Nógv eru samd - men onkur hevur svarað, at okkara skipan er góð, tí vit í stóran mun velja persónar heldur enn flokkar. At velja ein flokk er at velja ein "pakka" við innihaldi, sum tú fyri ein part als ikki vilt hava. Tí er tað betri og meira demokratiskt at lata ein persón, sum tú hevur álit á, umboða teg á tingi. Verður sagt. ? Tað vil eg fegin svarað uppá. ? Tað er heilt náttúrligt, at atkvøðurnar í Føroyum eru tætt knýttar at persónum. Vit eru jú eitt sera fáment samfelag. Tað er heldur einki galið við tí. Men vandin er, at allur myndugleiki verður máaður undan flokkunum. Og so endar skipanin í kaos. Tí tá hevur tú ikki ánilsi av, hvat tú fært fyri akvøðuna - hóast persónurin, tú setir títt álit á, kemur inn. ? Eingin persónur fær jú meiriluta einsamallur. Og tú veitst ikki, hvør annar fer at umboða flokkin hjá viðkomandi. Ella hvønn flokkurin fer at samstarva við. ??Ósjónlig navnaskelti ?Henda skipanin elur eisini fram eitt serligt slag av politiskum atburði: Nevniliga hetta at vera gávumildur við pengunum hjá øðrum. ? Vit hava ikki sterkar, væl skipaðar flokkar, sum samstarva um heildarætlanir. Fyri at yvirliva í skipanini - fyri at sleppa at vera sitandi í teirri fjálgu, politisku sósini - royna politikarar tí at arbeiða fyri fólk, ið standa teimum nær. Tann politikari, sum klárar seg best, verður mangan tann, sum er raskastur at skava ein part av almennu kakuni til sín privata veljaraskarða - hóast tað, yvirskipað sæð, kanska ikki er so skilagott. ? Legg til merkis, at ávísar íløgur og játtanir altíð verða umrøddar sum gávur: Vit góvu tykkum handa vegin! Vit góvu tykkum handa stovnin! ? Feskasta dømi er Heilsutrygd. Eins og í øllum landinum eru veljarar í Klaksvík ørkymlaðir av politiska óskilinum. Men Aksel Johannesen gav teimum Heilsutrygd norður! Tað sæst. Tað er ítøkiligt. Tað gevur pengar í kommunukassan. ? Er tað rationelt? Neyvan. ? Men politiskt sæð er tað rationelt, tí tað fer altíð at hanga eitt ósjónligt, men týðiligt navnaskelti uppi á Heilsutrygd í Klaksvík við áskriftini: "Aksel V. Johannesen". ? Og vit vita øll hvat fyri navn hongur uppi á Strandferðsluni á Tvøroyri. Á Skipaeftirlitinum í Miðvági. Á Miðnámsskúlanum í Hovi. Ja, sjálvt ferðaætlanir hjá Strandferðsluni bera nøvn hjá politikarum. ? Summi slík mál eru helst skilagóð. Men tey eru tekin um eina skipan uttan heildarætlanir, og har fólk, fyri at yvirliva politiskt, taka sær rættin at vera gávumild við pengunum hjá øðrum. Altso skattgjaldarunum. ? Eingin flokkur er betur enn nakar annar í hesum spæli, tí allir eru fangaðir í sama politiska logikki. ??Alt endar sum politikkur ?At politikkur í so stóran mun snýr seg um at skava til sínar veljarar ger eisini, at politiska skipanin etur seg longur og longur inn á øki, har hon einki hevur at gera. ? Tí hvør má markera seg við sínum. Hvør má finna sína nisju. ? Og veljarin sigur ja takk. Tá fólk ikki fáa politikk, í vanligari merking, frá politikarunum, so krevja tey í staðin onkrar serligar ágóðar ella sømdir. Sjálvandi. Hugsanin um at "tá tey fingu, so skulu vit eisini hava" verður rættiliga stýrandi. ? Og tí verða, frá øllum síðum, krøv sett politisku skipanini. Tað er ikki tað ting, sum fólk ikki halda, at politikarar skulu taka sær av. Ein autoverja. Eitt starvsfólkamál. Ein útvarpsskrá. Eitt tekniskt tól á einum sjúkrahúsi. Einki er ov smátt til at vera tikið upp á tingi. ? Tann parturin av føroyska samfelagnum, sum politikarar ikki, so ella so, hava fingrarnar í, er eftirhondini ikki stórur. ? Tey stóru málini liggja - tey smáu fara við arbeiðstíðini. Tí tað er í teimum smáu málunum, at tú kanst markera teg mótvegis tínum serliga veljaraskarða.
Eftirlit oman á eftirlit ?Og politikkurin steðgar ikki við tinggáttina. ? Har, sum politiska skipanin ikki stýrir beinleiðis, hevur hon eitt ótal av stovnum og nevndum, hvørs endamál er at hava eftirlit við teimum fólkum, fyritøkum og virkjum, sum virka í hesum lítla landi. ? Vit hava politi og dómsvaldið. Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Brúkaraumboðið. Kappingarráðið. Umhvørvisstovuna. Javnstøðunevndina. Løgtingsins Umboðsmann. Fjarskiftiseftirlitið. Málnevndina. Kanningarstjórar. Dataeftirlitið. Kærunevndir. Filmseftirlitið. Navnanevndina. Kringvarpið. Arbeiðseftirlitið. Bileftirlitið. Tollvaldið. Taks. Loyvisnevndir... ? Og vit hava aðrar stovnar og nevndir, hvørs endamál, so ella so, er at hava eftirlit við øðrum. Í fleiri førum er talan um efirlit við øðrum eftirlitsstovnum. ? Vit hava fingið eitt samfelag, har politiski myndugleikin røkkur út í hvønn krók, og har tú illa fært vent tær uttan at vera politiskt stýrdur og reguleraður. ? Tað mesta av hesum er neyðugt, skulu vit hava eitt trygt og skipað rættarsamfelag. Sjálvsagt. Men sumt er óneyðugur formyndaraskapur. Og nógv kundi, t.d. við samanleggingum, verið gjørt nógv meira rationelt. ? Politiska skipanin sjálv - løgting og landsstýri - kundi eisini verið rikin nógv bíligari. Ið hvussu er kundi mann fingið nógv meira fyri somu pengar. ? Hví skal skattgjaldarin t.d. løna 33 tinglimum? Tað er fullkomiliga óneyðugt. 25 høvdu ikki bara gjørt arbeiði líka gott; teir høvdu gjørt tað betri. Vóru flokkarnir færri og sterkari, kundu løgtingslimirnir verið enn færri. ? Men vit hava ikki sterkar flokkar. Tí virkar politiska skipanin so illa. Og júst tí hon virkar so illa, hevur hon tikið sær eitt øgiligt vald í samfelagnum. Hon er vaksin útum síni egnu, náttúrligu mørk. Bæði í virkisøki og í vavi.
Hvussu leingi tíma fólk at rinda? ?Vanligir løntakarar í Føroyum abeiða hart fyri at fáa alt at mala runt. Mong hava dirvi til at stovna egnar fyritøkur, og berjast ein harðan kamp fyri at fáa tað at bera til. ? Skatturin er nógvur, men eg havi aldrin møtt nøkrum, sum ikki vil rinda skatt. Grundhugsanin við skatti, er sosialur solidarietur. Og solidaritetskenslan er, tíbetur, ógvuliga sterk í flestu føroyingum. ? Men alt fleiri troyttast av at rinda fyri ta tungu, dýru politisku skipanina og ta eftirlit og tann formyndaraskap, sum henda skipan setur í verk. ? At taka nógvan skatt frá fólki er neyðugt, skal vælferðarsamfelagið hanga saman. Men tað er eitt álvarsamt inntriv í frælsi hins einstaka. Og tað krevur, at tann, sum verður tvingaður at rinda, hevur álit á, at myndugleikin brúkar pengarnar ábyrgdarfult. ? Hetta álit er í dag ikki er so stórt, sum tað átti at verið. ? Mong tíma illa at rinda kringvarpsgjald, tí tey halda seg fáa ov lítið fyri pengarnar. Vit eru tilvitað um tað, sum vit rinda fyri Kringvarpið, tí vit fáa rokningina beinleiðis. ? Hvat høvdu fólk sagt, um tey hálva hvørt ár fingu eina stóra rokning við áskriftini: "Gjald fyri politisku skipanina"? ? Eg eri bangin fyri, at fleiri høvdu rindað við ringum tannabiti. Tí upphæddin er ikki lítil! ??Flokkarnir mugu styrkjast ?90% av føroyingum taka lut, tá val er. Tað er helst heimsmet. Tað merkir, at fólk eru sera áhuga í sínum samfelag. Men samstundis er stór ónøgd við, hvussu tað mandatið, fólk geva politikarum, verður umsitið. ? Tann ónøgdin má takast í álvara. Eg haldi røttu leiðina vera, at vit styrkja flokkarnar og styrkja beinleiðis ávirkanin hjá veljarunum. ? Ein máti er at brúka læstar listar, tá val er. Ein er beinleiðis løgmansval. Ein er hægri sperrumark. Ein er fleiri fólkaatkvøður. Og ein er at vit seta mark fyri, hvat politiska skipanin skal blanda seg uppí. ? Meira um tað í næstu grein.