Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum
Í heilum hoyra vit og síggja í bløðunum, at fólk »vaska hendur«. Politikarar brigsla í heilum hvør øðrum, at teir »vaska hendur«. Fleiri meira og minni almennir stovnar koma við ráðum um, hvussu farast skal fram, tá ið vit »vaska hendur«. Eitt uppslag, ið helst man vera sent øllum dagstovnum í landinum at heingja upp á veggin, nevnist »Soleiðis vaska vit hendurnar rætt«. Ein fyritøka, ið framleiðir sápu, hevur sent á marknaðin eina sápu, ið nevnist »Vaska hendur«; »Vaska« er navnið á framleiðslurøðini, men sum tað er orðað, stuðlar hetta undir skeiva málnýtslu, hvørja ferð fólk vaska sær um hendurnar .
Orðingin »at vaska hendur« er nýkomin í føroyskum, og sum ikki einaferð kemur ávirkanin úr donskum »vaske hænder«. Í føroyskum vaska vit okkum um hendurnar. – Vit vaska klæði, vit vaska bil, vit vaska fisk, – men vit vaska okkum, og skal tað sigast neyvari, vaska vit okkum um eyguni, um hendurnar, um føturnar o.s.fr. Soleiðis verður sagt um kroppin og partar av kroppinum.
Eldri málmaður, ið ikki longur er millum okkara, segði við røktarfólk, ið fór at »vaska hendur«: »Hvussu nógvar hendur hava tygum í vaskinum?«
»Far og vaska tær« ella »far og vaska tær um hendurnar« siga vit við barnið, ið kemur inn við runutum hondum. Ella »kom og vaska tær um andlitið«.