www.industry.fo
Ein nýggj kanning sum Danmarks Fiskeriundersøgelser og Universitetið í Stockholm hava gjørt vísur at við at taka toskainnvølirnar við til lands, heldur enn at blaka teir útaftur, ber til at minka munandi um nøgdirnar av vandamiklum dioxinum (PCB) í sjónum. Kanningin er gjørd í Eystursjónum.
Dioxin og PCB eru evnir sum fyrr vórðu brúkt í m.a. isoleringstilfari og reingeringar evnum. Hesi evnir koma út í náttúruna tá rusk verður brent og við dagligari nýtslu av kemiskum evnum í húsarhaldinum ella í vinnuni.
Tað hevur ikki verið ávístur nakar trupulleiki við hesum evnum í fiskinum runt um Føroyar, sjálvt um vit vita at hesi evnir eisini eru brúkt á okkara leiðum. Men serliga er Eystursjógvurin við lítlari vatnútskifting raktur av PCB dálking.
Tað verða veidd góð 800.000 tons av fiski í Eystursjónum um árið. Við at samanhalda landaðu nøgdirnar við PCB mátingar gjørdar á tosk, sild og brisling, hava granskarnir roknað út at vanligur fiskiskapur kann taka burtur 31 kilo av PCB úr Eystursjónum um árið.
Í dag fer ein stórur partur av PCB aftur í havumhvørvið tá innvølirnir á fiskinum verða blakaðir aftur á sjógv. Hesum ber til at sleppa undan um innvølirnir verða tiknir við til lands.
Tá tað her verður fokuserað á toskalivur er tað tí at PCB hópast upp í livrini, og tí at toskurin er ein stórur prosent partur av veiðuni í Eystursjónum.
31 kg av PCB um árið ljóðar ikki av nógvum, men tað er ein størri nøgd enn tað sum náttúran annars sjálv klárar ar bróta niður av PCB um árið. Og harvið er tað ein týðandi nøgd í samlaða roknistykkinum.
At taka innvølirnar við til lands er ein praktiskur háttur hjá fiskivinnuni at reinsa sjógvin.