Somuleiðis sigur hann ein skilagóðan og hondfastan fíggjarpolitikk vera einasta heilivágin sum hjálpir uppá støðuna.
Hesi orðini koma veruliga frá tí rætta manninum. Tí í tíðarskeiði hansara sum fíggjarmálaráðharri undir fyrra ABC, gav hann bæði skattalættar og økti samstundis almannaútreiðslurnar so nógv, at hetta svaraði til umleið allan blokkin tilsamans. Hetta er ikki bara nakað eg sigi, tað er lætt hjá einum og hvørjum at fáa staðfest. Hygg bert í landsroknskapin fyri hesi árini – har stendur tað svart uppá hvítt!
Ein og hvør fyrstaárslesandi innan búskaparfrøði veit, at eitt land ikki kann føra ein ekspansivan fíggjarpolitikk undir einum hákonjukturi, uttan at tað endar galið. Men tíverri fyri Føroyar var tað júst hetta, sum Bárður Nielsen gjørdi í sínari tíð sum fíggjarmálaráðharri. At hesin sami maður nú bjóðar seg fram til at føra skynsaman fíggjarpolitikk, og gevur øðrum skylduna fyri sítt egna dugnaloysi, er somikið burturvið, at sjálvt Bárður Nielsen átti at sæð tað.
Men kanska er tað ikki so løgið kortini. Tí nú hevur sambandsflokkurin júst givið teirra boð upp á ein skynsaman fíggjarpolitikk, og tað er, at danskarar skulu betala! Vorðið sum skynsemi, má eg siga...!
Vónandi gjøgnumskoðar veljarin hetta mikla bluff-nummarið hjá Bárði Nielsen, og tekur støðu út frá tí. Men at tú, Bárður Nielsen, kemir tær at borðreiða við ósannindum sum hesum – tað er undir alt lágmark!