At stýra einum búskapi við diarré

Sjálvandi kunnu vit læna pengar. Men teir mugu fara til endamál, sum skapa arbeiðspláss og styrkja okkara kappingarføri. Ikki til at varðveita alt, sum tað er ?

Høgni Rasmussen, stjóri á Sansum, heitir í bløðunum leygardagin á politikarar um ikki at skerja fíggjarlógina næstu tvey árini. ? Hann sær ein vanda fyri, at »92-skrekkurin« fær ræði á politikarum. At óttin fyri stórari uttanlandsskuld kann føra til avgerðir, sum gera kreppuna djúpari enn neyðugt. ? Hetta er sera viðkomandi. Tað er sjálvandi vandi fyri, at politiski myndugleikin fer í panikk, og letur óttan ráða heldur enn skynsemið. At politikarar seta ferð á eina ónda ringrás. At teir (ella vit...) bæði sáa mistreysti við sínum orðum og skapa arbeiðsloysi við sínum gerðum. ? Høgni vísir við tølum á, at landsins fíggjarstøða í dag er grundleggjandi øðrvísi enn hon var í 92, og at vit saktans kunnu átaka okkum einar tvær milliardir í skuld næstu tvey árini. Og tað heldur hann at vit skulu gera, heldur enn at senda samfelagið í eina ónda ringrás við sparingum. Er gongdin ikki vend um tvey ár, so kunnu vit tosa um at spara, sigur hann, og vísir til onnur lond, har tað almenna sprænir pengar inn í samfelagið. ? Leiðarar úr privatu vinnuni stríðast eitt hart stríð fyri at teirra fyritøkur og teirra starvsfólk skulu koma heilskapað gjøgnum kreppuna. Hesi fólk merkja - í mun til politikarar -kreppuna á egnum kroppi. Tí er ikki annað enn rímiligt, at teir biðja politiska myndugleikan um at vera viðspælara heldur enn mótspælara. ? Og tí skal ávaringin frá stjóranum á Sansum takast í fullum álvara.

 

Lítil multiplikator ?Tað er eingin ivi um, at Føroyar, eins og flest onnur lond, fara at hava stór hall á fíggjarlógini bæði í ár og komandi árini. ? Men vit mugu í Føroyum vera sera varin við at brúka kreppupolitikkin í øðrum londum sum fyrimynd. ? Tí okkara búskapur er ikki sum búskapir flest. Ja, hann er ikki sum nakar annar búskapur. ? Tá stjórnir í stórum londum »spræna pengar inn í samfelagið« sum Høgni tekur til, so skapa hesir pengar innlendis eftirspurning eftir bæði vørum og tænastum. Tá eini hús verða bygd í Týsklandi, so økist framleiðslan av at kalla øllum tí, sum nýtast skal til at byggja húsini. ? Tá eini hús verða bygd í Føroyum, fáa nøkur fólk starv - men alt tilfarið verður innflutt. ? Tvs. at pengarnir sum týska stjórnin sprænir út, hava stóra »multiplikatoreffekt«. Teir verða brúktir fleiri ferðir, so at siga. ? Men multiplikatoreffektin er lítil í Føroyum. Tá vit brúka pengar, merkir tað næstan altíð, at pengar fossa av landinum. Vit hava tað, onkur hevur kallað ein »diarré-búskap«. ? Tað, sum dregur okkara búskap, er fyrst og fremst útflutningur - og ikki innlendis eftirspurningur. ? Hetta ger okkum sera viðbrekin. Og at vit samstundis brenna fleiri ferðir so nógva olju fyri hvønn íbúgva sum onnur evropisk lond, ger okkum enn meira viðbrekin. Tað eru næstan bara útlendskir marknaðir sum gera av, um tað gongur okkum væl ella illa. ? Avgerandi fyri okkum er fiskaprísur og oljuprísur. Og vit hava onga ávirkan á hvørgan.

Hall kann merkja so nógv ?Okkara støða er altso serlig - og tað má politikkurin eisini vera. Draga vit lán upp á okkum fyri at forða fyri arbeiðsloysi og fráflyting, so mugu vit syrgja fyri, at pengarnir verða brúktir soleiðis, at teir tæna endamálinum. ? Og tá vit hugsa um arbeiðspláss er sera ymist, hvat vit fáa fyri pengarnar. ? Íløgur í úbúgving aktivera nógv fólk fyri smáar pengar. Og vit vita, at tað er beinleiðis samband millum talið av krónum vit nýta til útbúgving, og talið av fólki, sum flytur av landinum. Vit vita, at íløgur í gransking aktivera fólk. Og vit vita, at hetta er ein fortreyt fyri at gera okkara búskap fjølbroyttari og sterkari. ? Vit vita, at íløgur í orkusparandi tiltøk (t.d. bjálving og alternativar orkukeldur) aktivera fólk. Vit vita, at okkara ovurhonds stóra oljunýtsla er ein kleppur um beinini á okkara samfelag, og at minka hana er púra avgerandi fyri okkara búskap. ? Vit vita, at ein nýggjur flogvøllur heilt grundleggjandi kann bøta um fortreytirnar hjá øllum samfelagnum. ? So tað eru nógvar almennar íløgur, sum tað kann vera vert at læna pengar til. Sum bæði aktivera fólk og styrkja okkara kappingarføri. ? Men vit kunnu eisini gera stórar íløgur, har hvørki av málunum verður rokkið. Íløgur, sum at kalla ikki aktivera føroyska arbeiðsmegi, og sum heldur ikki styrkja búskapin. ? Spurningurin er altso, hvussu pengarnir verða nýttir. ? »Det afgørende er ikki størrelsen men gørelsen«, siga danir um ein annan spurning. ? Vit kunnu siga, at tað avgerandi er ikki støddin á skuldini - men hvat teir læntu pengarnir verða brúktir til. ? Høgni Rasmussen skal eisini hava í huga, at um vit taka lán fyri at sleppa undan rationaliseringum innan tað almenna, so fer tað almenna, við læntum pengum, at kappast móti fyritøkum sum hansara um starvsfólk. ??Skaðilig signal ?Samgongan ætlar at gera veldugar íløgur. Men hetta eru í stóran mun júst íløgur, sum hvørki skapa innlendis eftirspurning eftir vørum ella tænastum, og sum tí ongar góðar ringvirkningar skapa her og nú meðan kreppan er. ? Og samstundis sum samgongan ætlar at gera hesar veldugu íløgur, tosar hon um at lóggeva móti fakfeløgunum, at »slúka kamelar«, at »slakta heilagar kýr«, og um at hallið skal vera heilt burtur um trý ár. ? Tað er meira enn trupult at fáa eyga á nakra yvirskipaða stýring og ætlan, og tað ger sjálvandi fólk bæði frustrerað, óttafull og ill. ? Bæði Hermann Oskarsson og Høgni Rasmussen hava rætt í, at hesi signal er skaðilig.

 

Vandin við skuld ?Men báðir sýnast eisini at umboða eina hugsan, sum kann vera vandamikil: Nevniliga at kreppan bara fer at varða í tvey ár, og at tað tí als ikki er vandamikið at forða fyri avleiðingunum við lántøku. ? UM kreppan bara er ein gjógv sum tað tekur tvey-trý ár at koma yvirum, so kunnu vit forsvara at byggja ein brúgv um gjónna við lántøku. ? Men tað vita vit ikki. ? Velja vit hesa strategi, kunnu vit risikera at hetta verður støðan um trý ár: ? Kreppan er ikki av. Vit standa við stórari skuld. Oljuprísurin er tvífaldaður, og vit brenna framvegis líka nógva olju. Fiskiskapurin er lítil. Fiskaprísurin er lágur. Og vit hava ikki ment nýggjar vinnur. ? Hetta er worst case. Men avgjørt møguligt. ? Tí er tað vandamikið at átaka sær stóra skuld, um ein ikki eisini hevur eina greiða ætlan. Tann skuld, vit taka á okkum, má fara til endamál, sum skapa arbeiðspláss og styrkja okkara fortreytir fyri at klára okkum. Hon skal ikki fara til at varðveita alt, sum tað er. ??Elefanturin og músin ?Tað verður eisini sagt, at tað, at vit sleppa at læna pengar, er prógv um, at búskapurin er sterkur og álitisvekjandi. ? Men tað er eisini skeivt. Á altjóða marknaðinum verða vit mett sum ein danskur myndugleiki, og læna tískil danska kredittvirðið. At kalla tað okkara kreditvirði er sum hjá músini reypa av, hvussu hart hon og elefanturin trampa á brúnni. ? At vit læna danska kredittvirðið ger, at lángevarar loyva okkum at spenna bogan nógv longri, enn ráðiligt er. Og at tað ikki er at spæla við, upplivdu vit í 1992. ? Sjálvandi skulu vit ikki fara í panikk av »92-skrekkinum«. ? Men okkurt bæði kunnu og mugu vit kortini læra av tí, sum hendi!