At gjalda eftir førimuni og njóta eftir tørvi

Í løtuni pressa tey vælbjargaðu og teirra viðhaldsfólk á fyri at broyta og minka skattatrýstið, men á ein slíkan hátt, at tey - og bert tey - fáa meira burturúr broytingunum.

Lønmóttakararnir, arbeiðarar og annars øll við lágum inntøkum fáa nakrar krónur meira í lumman, men mugu lata tær út aftur í nýtslugjøldum til tað almenna, sum vegna skattabroytingarnar fær færri pengar at ráða yvir og tessvegna má krevja gjald fyri mangt, sum í dag fæst ókeypis t.d. læknaviðtalur.
Og tá sagt verður, at fólk fara at arbeiða meira, so er hetta bláljós, tí longu - sum er - eru nógvar arbeiðsleysar hendur, ið fegnar høvdu tikið neyðug tøk, um nakað stóð teimum í boði.
Høgraradikali yvirklassin blæsur í flat-tax lúðurin, og teir smærru úlvarnir, ið ikki vilja standa aftanfyri, blæsa í smærri horn, men ljóðið er júst hitt sama, sum í praksis merkir, at hesir vilja hava meira stýr á tí arbeiðandi fjøldini gjøgnum taktiskar og manipulerandi atgerðir, ið taka seg væl út, men sum við nærri kanningum vísir seg at vera enn ein fíggjarfella, íð einans hevur sum mál at geva teimum, ið longu frammanundan hava nóg mikið (frá 2 og upp í 18 góðar árslønir um árið).
Ein fíggjarlig fella er sostatt sett. Vónandi verður hon avmonterað, áðrenn skaði stendst av henni. Hetta letur seg lættliga gera, um vit standa saman og vísa á gongdar leiðir har grundreglan er, at lyft verður eftir førimuni, og at notið kann vera eftir tørvi.
Men tað krevur, at kravt verður av politisku myndugleikunum, at teir geva TAKS neyðugu orkuna, at føra neyðugt eftirlit við øllum inntøkum, so teir kunnu fáa loyvi og høvi til at skatta øll eftir reellum inntøkum og eftir landsins lógum. At somuleiðis mvg-ið verður fingið til høldar, sum tað eigur, og at neyðug tiltøk verða sett í verk, tá lógirnar ikki verða fylgdar. Alt annað er ein háan av teim mongu sum til punkt og prikkar røkja sínar skyldir mótvegis landskassanum. Og hartil eisini ófyrigeviligt yvir fyri teimum mongu, ið ikki kunnu fáa neyðuga hjálp, tí eingir pengar eru til tess m.a. breka, ið mugu bíða í upp til tvey ár, og sjúk, ið ikki sleppa av landinum til viðgerðar, tí pengarnir mangla í kassanum.
Tað kann á ongan hátt vera góðtikið, at 100 - tals mill. kr., ið hoyra heima í landskassanum, bara sleppa at svimja millum hávar og heykar, meðan landskassin bløðir.
Men hví verður hetta tolt? Tey fátæku missa bæði ljós og hita og innivist, um tey ikki gjalda SEV, olju ella logi, tí onki er at gjalda við. Verður stolið kanst tú rokna við at verða búraður inni.
Kanska er tað nakað um tað, tá sagt verður, at ongin er tjóvur, tí hann stjelur, men tí at hann dugir ikki at stjala - ella eisini sum danir plaga at siga: de små tyve hænger man - de store lader man løbe.
Er tað tí, at meirilutin av politikarunum góðtaka, at so skal vera?
Hetta bæði kunnu og eiga vit at gera nakað við. Tí vórðu líka nógvar mill. rændar í øðrum samanhangi, so høvdu ránsmenninir verði búraðir inni for ever, og ikki sum nú sitið á samfelagsins hægstu rókum í einum jarðiskum peningaparadísi saman við teimum útvaldu, sum eru frítiknir fyri skattabyrðuna, sum onnur hava goldið í teirra stað. Hesir kenna onki til at lyfta eftir førimuni, men alt til at njóta, njóta og njóta.
So í staðin fyri at spilla tíðina upp á flat - tax og annað høgravent skattaslutur altíð við sama máli um at hava tunga endan niðureftir og altíð við ætlanum um at útbyggja stættasamfelagið, so áttu vit kanska at stovna eina fólkafylking við kravi um, at tær útistandandi milliónirnar vera fingnar til høldar so skjótt, sum tað á nakran hátt letur seg gera.