Nógv fólk varð komið saman, tá Astma og –allergifelagið, skipaði fyri einum fjølbroyttum, festligum og forkunnugum tiltakið í Miðlon leygardagin.
Umframt væl umtóktu undirhaldararnar “Angela og Hannibal” vóru fólk frá ymsum pørtum í heilsuverkinum. Eitt nú ráðgevar frá astma- og allergibólkinum á Apotekinum og fysioterapeutum í heilsuverkinum, barnadeildini og medisinskari deild.
Skipað varð eisini fyri vanligari kunning, við faldarum og práti við serfrøðingarnar, og børnini kundu royna ymisk tól og amboð, sum fysioterapeautarnir høvdu sett fram.