Avstraliumaðurin Julian Assange, sum stovnaði WikiLeaks, hevur nú søkt um politiskt friðskjól í Ekvador. Tað sigur Ricardo Patino, sum er uttanríkisráðharri í tí suðuramerikanska landinum.
-Vit eru í ferð við at kanna umsóknina, sigur Patino við fjølmiðlarnar.
WikiLeaks skrivar, at Julian Assange hevur leitað sær skjól inni á sendistovuni hjá Ekvador í London, og ein kelda váttar fyri blaðnum The Guardian, at Assange er inni á sendistovuni.
Julian Assange er skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti tveimum kvinnum í Svøríki, og bretski hægstirættur hevur staðfest, at Assange kann latast svenska ákæruvaldinum.
Enn hevur Assange ikki gjørt nakrar almennar viðmerkingar til tað, sum Ricardo Patino hevur sagt.










