Asiatiska Flóðaldan

Bogi Eliasen
cand.scient.pol
??????????????

Enn eitt ár er farið og 2005 er byrjað. Altjóða var 2004 nógv merkt av krígnum móti yvirgangi, og bæði politikkarar og serfrøðingar tykjast á einum málið um, at hetta er stórsta avbjóðingin ídag.
Men so vísti náttúran brádliga sína miskunnarleysu megi. Ein harður jarðskjálvti skapti eina ógvusliga flóðaldu sum skolaði alt, sum fyri var, burtur. Higartil verður mett, at eini 153.000 hava latið lív, ein hálv millión løstað, og milliónir eru neyðstødd, tí tey einki stað hava at búgva og hvørki hava atgongd til etandi ella drekkandi. Talan er um eina tað størstu náttúrvanlukkuna í okkara tíð og Kofi Annan hevur sagt at hetta er størsta vanlukkan síðan ST bleiv sett á stovn.
Nógvir norðurlendingar latið lív
Óvanliga nógv fólk hava latið lív, um 153.000 og tað er meira enn vit megna at fata. Tað merkir jú, at av hesi náttúruvanllukku hava meiri enn tríggjar ferðir fleiri fólk enn íbúgvaratalið í Føroyum latið lív. Økini sum vanlukkan rakti, hava verið sera væl dámd ferðamál hjá norðurlendingum, og ein stórur partur av útlendingunum sum deyðir eru, eru úr Svøríki, Noregi og Danmark. Tað tykiskt ikki, sum um nakar føroyingur hevur latið lív, ella er horvin. Men tað at so nógv úr grannalondum okkara eru tikin, ger at vanlukkan tykist nærri enn vanlukkur vanliga eru í Asia. Eisini var ivamál um onkrar føroyingar teir fyrstu dagarnar aftaná vanlukkuna, umframt at onkur var har vanlukkan rakti.

SamhuginFøroyingar lata, bæði alment og privat
ST hevur sett í verk størsta neyðhjálparátakið nakrantíð og hevur eisini fingið góða undirtøku, men samstundis verður víst á, at tørvurin er ovurhonds stórur. Politiska skipanin í Føroyum hevur avgjørt at lata neyðhjálp, eins og nógv privat eisini hava latið nógv. Tað er at fegnast um, at samhugi er kring allan heim at hjálpa teim neyðstøddu, sum hava brúk fyri bráð-feingis hjálp. Men samstundis er tað okkara ábyrgd ikki at gloyma, at neyðin heldur fram aðrastaðni.
Neyðhjálpin - hvar er hon?
Á sjónvarpsrásum síggja vit lokal neyðstødd fólk spyrja hvar hjálpin er, tey hava einki sæð til hana. ST hevur sjálvt víst á, at tað er trupult at fáa hjálpina fram. Eftir mínum tykki er hetta bæði ein staðfesting av, at tað ikki so einfalt at hjálpa, tí tað eru so ovurhonds nógv íð hjálpast skulu, vegasambandi til fjarskotin økir er vánaligt ella skola burtur. Og nógvir altjóða felagsskapir hava ikki royndirnar at samstarva við fólk, felagsskapir og myndugleikar á staðnum, og vita heldur ikki hvar og hvussu hjálpin best skal veitast. Hetta er stóra avbjóðingin, altjóða hjálpararbeiði hevur fyri framman. Neyðugt er at skjótt verður borið at, tí vandin er stórur fyri álvarssomum umfarasjúkum og at fleiri av teim ið yvirlivdu doyggja, tí hvørki vátt ella turt fæst.
Hví var eingin ávaring?
Vit hoyra javnan um jarðskjálvtar kring allan heim, og at tann eina ella hin jarðskjálvtastøðin máldi styrktini klokkan tað og tað. Hví kom so eingin ávaring? Kundi eingin roknað út, at ein so sterkur skjálvti hevði eina flóðaldu við sær? Støðin, USA hevur á Hawaii, varnaðist skjálvtan og ætlaði eisini at ávarað, men innanfyri økið er einki samstarv, so har var eingin at ringja til. Men er tað satt? Var talan um eina kjarnorkubumbu hendan vitan var um, hevði onkur verið at ringt til. Hendan vanlukkan hevur kravt so nógv lív, at tað er ikki nøktandi at siga, at eingin var at ringja til. Myndugleikarnir í Teilandi vistu eisini um jarðskjálvtan, men valdu einki at gera, helst fyri ikki at skaða ferðavinnna. Men helst hava teir ikki mett, at nøkur so stór vanlukka fór at standast av hesum jarðskjálvtanum.Tá tað er sagt, so er eingin slík eftirlits- ella ávaringarskipan á teim raktu økjunum, men tað kemur tað helst nú. Indonesia hevur boðað frá, at tað er farið í holt við eina ávaringarskipan, sum helst skal gerast saman við øðrum londum kring Indonesia, og USA hevur longu játtað at verða við at byggja hetta upp.
Tsunami ættarliðið
Nógvar familjur er rivnar sundur av hesi vanlukku, eins og nógv hava mist børn, og nógv børn hava mist foreldur síni. Hetta er tað, sum skakar okkum mest. Globaliseraðar alheimsrøkkandi sjónvarpsrásir varpa ræðuleikarnar beint inn til okkara. Sjálvt um vanlukkan er langt burtur, skilja vit ræðsluna fyri at missa børn og ikki minst at doyggja frá børnunum . ST hevur longu sagt frá, at ein stór avbjóðing er at taka sær av foreldraleysu børnunum, sum ongan góðan hava og eru í vanda fyri at enda sum kynsliga misbrúkt. Longu nú er søgur um, at børn verða seld fyri 50$, og óttast verður, at hetta er til barnamisbrúkarar. Men eisini verður mett, at foreldur, sum hava mist børn síni í flóðalduni, keypa sær børn úr legunum, fyri at koma víðari í lívi sínum. Hetta er ræðuligt í sjálvum sær, tí ikki kann roknast við, at øll foreldur og børn hava funnið saman aftur enn. Børnini verða rópt tsunami ættarliðið.
Altjóða hjálparsamstarv
Í allari neyðini er tað gott at síggja, at altjóða samfelagið ger nógv fyri at hjálpa, men fleiri trupulleikar eru tó. Nógvastaðni kemur eingin hjálp fram. Hetta kemst bæði av at økini sum rakt eru, liggja ógvuliga spjadd, at vegsambandi partvís ikki er til og at sambandi til fjarskotin økir ikki altíð eru so góð. Á Sri Lanka hevur borgararkríggið lagt sítt haft á neyðhjálpina, meðan áhaldandi kritikkur er av, at altjóða hjálpin ikki í nóg stóran mun brúkar lokalar felagsskapir og altjóða felagsskapir, sum vóru á staðnum áðrenn, og sostatt kenna lokalu viðurskiftini.
Á Sumatra er tað Aceh, sum er harðast rakt. Har hevur í fleiri ár verið stríð um loysing, men henda orrustan er eftir øllum at døma ikki vovin uppí vanlukkuna í so stóran mun, og tað kunnu vit fegnast um. Men samband er so at siga bert um eina flogvøllin í høvuðstaðnum Banda Aceh.
Dálkað vatn
Tá vatn kemur inn í landið, sum við hesi flóðalduni, dálkast vanliga vatnið. ST metir at upp ímóti milliónum ikki hava atgongd til tað, sum verður mett sum grundleggjandi tørvur, harav ein partur ikki hevur annað val enn at drekka og brúka dálkað vatn til eitt nú matgerð. Tá so er, er vandin fyri umfarasjúkum serliga stórur, sum eitt nú kolera og diarré, og kann hetta drepa enn fleiri enn sjálv flóðaldan. Tí verður nú nógv orka nýtt at fáa vatn og eisini vatnreinsiannlegg fram, sum kann veita raktu økjunum reint vatn.
ST hevur gjørt vart við, at dálkað vatn rakar barnakonur serliga meint, tí tær tola minni, og stórir trupulleikar teirra standast av at skula eiga undir tíllíkum umstøðum.
Ferðavinnan
Fleiri av raktu økjunum liva av ferðavinnu, og tí eru so nógvir útlendingar millum tey deyðu. Hetta ger somuleiðis, at arbeiðið at fáa ferðvinnuna aftur í gongd, er byrjað, og skamt frá hart raktu økjunum liggja fólk longu aftur og sólað sær á strondini.
Børn
Vit hava hoyrt nógv um at serliga nógv børn eru deyð. Ein triðingur av teim deyðu eru børn, verður mett. ST felagsskapurin UNICEF greiðir á heimasíðu síni frá, at í raktu økjunum eru 39% av íbúgvunum børn. Harumframt verður mett, at børnini í minni mun enn vaksin, kláradu at halda sær fast í onkrum, fyri ikki at verði skolaði burtur.
Tey deyðu
Tá so nógv fólk eru deyð av einari slíkari náttúruvanlukku, er heilt vist at fleiri eisini eru horvin. Nógv lík verða ikki funnin og nógv onnur eru koyrd í hópgravir, tí tey kundu ikki bara liggja og sløðast í nógva hitanum, umframt vandan við umfarasjúkum av hesum. Serfrøðingar royna nú, í tann mun tað er gjørligt, at kanna tenn og gen, fyri at eyðmerkja líkini. Líkini eru longu so illa farin, at tey ikki kennast á vanliga hátt. Hetta merkir, at nógv avvarðandi ikki kunnu fáa vissu fyri, hvat er hent teirra kæru og heldur ikki vita hvar ella um tey eru jarðaði.
Bygnaður
Vanlukkuraktu økini er rakt so meint, at fleiri staðni er at kalla eingin samfelagsbygnaður. Hetta gevur samvitskuleysum stórt rásarúm, m.a. sum nevnt oman fyri verða børn rænd og seld. Umframt bráðfeingis tørvin á mati og vatni, er alneyðugt at fáa samfelagsskipanir í gongd aftur. T.d. í Banda Aceh er so stórur partur av fólkinum farin og harvið eisini lærarar, at torført verður at hava skúlagongd fyri børnunum tey komandi nógvu árini.
Altjóða fundurin sum var í Jakarta Indonesia hósdagin, staðfesti at stórur vilji er í heiminum at hjálpa. Tað kann tykjast løgið, og er fallið onkrum fyri bróstið, at nógv orka skal brúkast til ein tílíkan fund, meðan nógv fólk eru í svárastu neyð og enn ikki hava fingið bráfeingis neyðhjálp. Men tað er partur av altjóða skipanini. Tað eru tey luttakandi londini, sum mugu taka støðu til um orka skal brúkast uppá ein slíkan fund, og so verða við til at hjálpin fram yvir gerst betri, men við at nakað av orku verður tikið frá at byrja við. Men fundurin vísti eisini á, at Asia er ein týdningarmikil partur av heimbúskapinum og at umráðandi er at fáa raktu samfeløgini í gongd aftur, hetta eisini fyri at tryggja politiskan stabilitet.
Vit kunnu so bert vóna, at ein so stórsligin stuðul til at byggja alt upp aftur, kann verða tann jaligi undanvindurin, sum betrar um alt økið. Her verður m.a. hugsað um teir trupulleikarnar, sum hava verið við borgarkrígnum á Sri Lanka og nakað sum líkist tí í Aceh. Tað eru jú ikki miðstaðarøkini í londunum sum eru hart rakt, og hetta sæst aftur , tí tað er torført at koma fram við hjálpini. Tað er tó at fegnast um, at øll londini eru samd um at ST skal samskipa alt hjálpararbeiði, og tað er eitt stórt fet frameftir í altjóða samstarvi, soleiðis at sum mest fæst burturúr hjálpini. USA, sum vanliga ikki er so fegið um at ST skal hava ábyrgdina, roynir við hesum at vísa sína humanu síðu, eftir at kríggini í Afghanistan og Irak ikki hava givið USA bestu ímyndina kring heimin. Bretland metir at altjóða samstarvsviljin, sum kom fram á Jakarta fundinum, er byrjanin til at meira hjálp framyvir verður sett av til at menna menningarlondini, soleiðis at nú er ein gyltur møguleiki at vit fáa eitt alheimssamfelag, við ynskjum ein rættvísari heim. Tað merkir m.a. at gjøgnumføra "fair trade" soleiðis at menningarlondini eisini hava ein møguleika at menna seg, umframt at læta pening til til 3. heimin, kanska uppá sama hátt sum Vesturevropa fekk Marshallhjálp eftir seinna heimsbardaga.