Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir.
Í kvinnudeildini eru nakrar kvinnur venjarar, men tað eru einans mannfólk, sum koma upp á tal í kvøld, tá Ársins venjari skal finnast. Teir, sum hava fingið flestar atkvøður frá venjarum, liðformonnum og journalistum eru:
Alexander Djordjevic, KÍ
Jacob Thomsen, B36
Poul G. Olsen, EB/Streymur/Skála
Hvør av teimum trimum hevur fingið flestar atkvøður, verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.