Ársins borgari finnast í Vestmanna

Vestmanna bygdarráð fer eina ferð um árið at heiðra ein borgara, sum hevur gjørt okkurt munagott fyri bygdina.

Vestmanna bygdarráð hevur samtykt eina ferð um árið at heiðra ein borgara, sum á einhvønn hátt hevur gjørt okkurt munagott bygdini at frama.

 

Hetta kann vera við einstakari serligari hending - ella við at hava arbeitt fyri einari søk til frama fyri Vestmanna gjøgnum longri tíð.

 

- Fyrsti heiðurin verður latin í sambandi við, at jólatræið í bygdini verður tendrað tann 28. november 2014, og átakið verður skipað soleiðis, at borgararnir sjálvir lata inn uppskot til bygdarráðið at velja ímillum.

 

Vestmanna kommuna sigur, at freistin at lata inn uppskot er sett til mánadagin 24. november 2014 klokkan 12, og bygdarráðið vónar, at tikið verður væl ímóti nýggja átakinum.

 

Á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu kann lesast um neyvaru reglurnar fyri átakinum - at velja Ársins borgara í Vestmanna 2014.