Í eina tíð hevur ljóðað, at Arsenal hevur havt ætlanir um at keypt verjuleikaran frá Newcastle, Mathieu Debuchy. Nú tykist tað heilt víst. Sambært bretskum miðlum hevur Debuchy gjøgnumført læknakanningina og nú mangla bert teir seinastu smálutirnir.
Fyrr í summar varð greitt, at Arsenal skuldi út at finna nýggjan høgra bakk, tí maðurin, ið hevur røkt plássi tey seinastu mongu árini, Bacary Sagna, hevur valt at skifta til Manchester City.
Mathieu Debuchy spælir á høgra bakki og er fastur maður á franska landsliðnum. Franska landsliðið reyk fríggjakvøldið út fyri Týsklandi í HM endaspælinum.