Arsenal fekk bank

Arsenal misnýtti so dyggiliga møguleikan at yvirtaka oddasessin í Premier League

Fyrr í dag vann Liverpool 1-0 ímóti liðnum, sum hevur tikið øll á bóli í ár, Leicester. Hetta úrslitið merkti, at Arsenal undan kvøldsins útidysti ímóti Southampton hevði møguleikan at yvirtaka oddasessin í Premier League.

 

Hesum møguleika gagnnýttu Arsenal-leikararnir tó ikki, tí at satt at siga sá tað út sum, at jóladagarnir høvdu tikið hart á Arsenal-spælararnar. Liðið, ið vann ímóti Manchester City, var í øllum førum ikki til at kenna aftur.

 

Í fyrra hálvleiki var ikki stórur munur á liðunum. Hvørgin av liðunum skaptu serliga nógvir kjansir, men munurin var tann, at høgri bakkurin hjá Southampton, Cuco Martina, við einum framúr góðum langskoti legði Southampton á odda 1-0.

 

Um nakar væntaði eitt hamskift Arsenal-lið í seinna hálvleiki, so mátti viðkomandi trúgva umaftur. Fyrst legði Shane Long Soithampton á odda 2-0. Dómaran í dystinum, Jonathan Moss, ið sum heild loyvdi sera hørðum spæli, yvirsá tó eitt greitt fríspark í álopinum, sum førdi til málið.

 

Síðani skoraðu bæði Rui Fonte og aftur Shane Long til 3- og 4-0. Púra óvæntað eyðmýkti Southampton tískil Arsenal.

 

Úrslitið merkir, at Leicester framvegis er oddalið í Premier League. Leicester hevur 38 stig. Arsenal er á øðrum plássi við 36 stigum, meðan Manchester City hevur 35 stig.