Arsenal aftur á toppinum

Arsenal vann í gjárvøli á heimavølli 3-0 á Newcastle. Úrslitið er nett tað sama, sum tað var, tá ið Newcastle leygardagin í steypakappingini vitjaði á sama vølli. Sigurin ber við sær, at Arsenal er nýtt oddalið. London felagið hevur 57 stig, og Manchester United hevur 54 stig. Manchester United fær mikukvøldið møguleika at endurvinna oddasessin við betri málmuni enn Arsenal. Í kvøld fer Portsmouth at vitja á Old Trafford.