Arni Zachariassen endurprentaður í USA

Ein grein hjá Arna Zachariassen er vorðin endurprentað í stórum amerikanskum tíðarriti.

Arni Zachariassen er útbúgvin teologur, men arbeiðir sum leiðari á ungdómshúsinum á Toftum. Hann er virkin kjakari á alnetinum og bloggar fyri ymiskar heimasíður.

 

Ein av hesum er heimasíðan Theologues.com. Herfyri hevði Arni Zachariassen eina samrøðu við professaran Karen Mason, ið fyri kortum lat bókina Preventing Suicide: a Handbook for Pastors, Chaplains and Pastoral Counselors, úr hondum. Bókin er ætlað sum ein hjálp hjá samkomuleiðarum at fyribyrgja sjálvmorðum í fylgi sínum.

 

Samrøðan hjá Arna Zachariassen vakti ans aðrastaðni enn í Føroyum, og fyri kortum setti ein ritstjóri hjá Charisma magazine seg í samband við hann, og bað um loyvi at endurprenta samrøðuna í Charisma Magazine og á heimasíðu blaðsins.

 

 

Charisma magazine verður mett sum eitt blað, hvørs málbólkur eru hvítusunnu- og karismatiskar samkomur. Blaðið hevur tætt tilknýti til konservativa veingin av kristindóminum í USA og verður útgivin í 275.000 eintøkum.

 

Greinin kann lesast her og her