Arne Vatnhamar: Eg helt ikki eg kom aftur

Í morgun er móttøka fyri Arna Vatnhamar í Keypmannahavn, sum í dag hevur sæð sína familju fyri fyrstu ferð í 9 vikur.

Í morgun er móttøka fyri Arna Vatnhamar í Keypmannahavn, sum í dag hevur sæð sína familju fyri fyrstu ferð í 9 vikur. 

 

Eingin ivi var um, at Arne og familja hansara vóru rørd og glað, tá ið hann kom aftur til Danmarkar í morgun. Saman við vinum, kenningum og stuðlum annars vóru familjan hjá Arna á flogvøllinum og tóku ímóti, og síðani gekk leiðin inn í Føroyahúsið, her móttøka verður komandi tímarnar. 

 

Arne Vatnhamar var ein harðan túr á Mount Everest, og í løtum stóð um lív. Men tá ið Merkið skuldi fram á toppinum á Everest fyri at taka myndir, fann Arne tað seinastu orkuna fram. 

 

Fyri løtu síðani greiddi Arne stutt frá túrinum. 

 

- Eg helt til tíðir ikki, at eg fór at koma aftur, segði Arne. 

 

Kona hansara greiddi eisini frá, at familjan mest sum ikki hevur sovið seinastu vikurnar, tí fjáltur hevur verið á. 

 

- Vit hava verið bangin og fjálturstungin, og tí er tað fantastiskt, at hann er komin aftur til okkum, segði hon. 

 

Meira frá móttøkuni á in.fo seinni í dag.