Arnbjørn aftur upp á spæl

Favorittarnir í EB/Streymi hava nú lagt seg aftur á odda. Arnbjørn Hansen var aftur í hesum førinum málskjútti.

Eftir EB/Streyma álop tóktist vandin vera av, men so fekk Arnbjørn Hansen, sum var staddur eitt sindur í høgru, bóltin av B68 verjuni og sendi framvið B68 málverjanum Vlada Filipovic.

EB/Streymur hevur lotið undan í 2. hálvleiki, og toftamenn hava ógvuliga sjáldan verið frammanfyri miðstrikuna.

Tað eru hampulig fótbóltslíkindi, hóast tað ikki er sørt av hvítum í ælingunum.