Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at í dag er tann árligi skulkingardagurin hjá mænignunum á Glasi.
Næmingarnir hava hildið veitslu í nátt, og tá morgunin kom, fóru fleiri út á vegirnar á leiðini við Marknagil at forða bilaferðsluni.
- Nógvir bilførarar hava ringt til okkara og kært sína neyð, tí tað slepst ikki eftir vegnum fyri næmingum, sum arga bilførarar.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey tíbetur onga fráboðan hava fingið um skaðar.
- Vit heita á bilførarar um at geva tol, og vit heita á næmingar um at taka atlit.
Løgreglan heldur, at ein møguleiki hjá bilførarum er - um tað ber til - at koyra aðrar vegir enn eftir Marknagilsvegnum í morgun.