Ari: ÍF fer ikki niður í 1. deild

(Frá Rás2) Ari Ellingsgaard viðgongur, at NSÍ var tað væl betra liðið við Løkin í Runavík í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Ara Ellingsgaard hjá ÍF aftaná Ari og liðfelagarnir høvdu tapt 0-3 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík fyrr í dag.

 

Ari Ellingsgaard viðgongur, at ÍF í dystinum í dag ikki megnaði at spæla upp ímóti NSÍ. Kortini heldur hann, at ÍF er eitt nóg sterkt lið til at undganga at flyta niður í 1. deild. Ari Ellingsgaard slær fast, at skjótt fær ÍF ein styrk til álopið, og tá fer at ganga væl betur.

 

Um brenda brotssparkið hjá ÍF, tá støðan var bert 1-0 til NSÍ sigur Ari Ellingsgaard: - Bogi Reinert Petersen brennur ein av hundrað, so hann brennur ikki ein slíkan møguleika aftur.