Argjabáturin sveik ikki nógvu viðhaldsfólkini

8?mannafør: Fyri klaksvíkingar var tað stórt vónbrot, at teir ikki megnaðu at vinna at vinna bronsukrónurnar

Argjabáturin hevur ikki verið til at skala. Hetta hava vit aftur og aftur staðfest. Kappingin hevur staðið um næstfyrsta plássið. Hon hevur stór, men í fyrstu fimm róðrunum megnaði Toftabáturin, sum nú er gulur og verður mannaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ, at enda næstfremst.

Hesa ferð megnaðu teir í Heiðunum ikki at vinna so at siga fasta plássið. Vestmenningar í Gullbrandi høvdu ein øgiligan endaspurt, teir endaðu næstfremstir, og harvið fingu teir bronsukrónurnar í FM kappingini.

Fyri klaksvíkingar í Nevinum Reyða var talan um stórt vónbrot. Teir hava flestu ferðirnar verið nummar trý. Á vestanstevnuni duttu teir aftur á fimta plássið, tí teir hingu fastir í startinum, og hesa ferð høvdu teir ætlað sær annað plássið, sum teir hava mett, at teir hava havt førleikan at bjóða av um.

Men Gullbrandur snýtti Nevið Reyða. Klaksvíkingar endaðu á fjórða plássinum, og harvið mistu teir bronsukrónurnar til Vestmanna. Undan ólavsøkuróðrinum høvdu bæði Gullbrandur og Nevið Reyða seytjan stig. Vestmenningar hava vunnið og vinna so nógv, meðan tað hjá klaksvíkingum hevur verið meiri soltið nógvu tey seinnu árini. Vit nevndu eftir vestanstevnuna, at kjølurin longu er strektur til eitt nýtt Nevið Reyða. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hilnast hjá teimum komandi ár.


Stóra kappingin

Argjabáturin var aftur hesa ferð framúr. Kanska fingu mongu viðhaldsfólkini á Argjahøvda ein lítlan kvøkk, tá tað ikki heilt beinanvegin á fyrstu metrunum var greitt, at Argjabáturin var fremstur, men tað var skjótt, at hann hevði vunnið seg eina hálva bátslongd framum hinar bátarnar. Munurin var ongantíð so øgiligur, men tað var eingin ivi um, at tað var Argjabáturin, sum hevði tak á tí, og so at siga stýrdi øllum róðrinum.

Øgilig kapping var um næstfremsta plássið. Miðvingurin, Heiðabáturin, Toftabáturin, Húsavíkingurin, Gullbrandur og Nevið Reyða vóru allir framvið. Munurin teirra millum var lítil og eingin, og tað sigur ikki so lítið um, hvussu tætt tað var, at Miðvingur, sum endaði á sjeynda plássi, leingi var við í kappingini um næstfremsta plássið.

Tað hevur verið sera hugaligt í summar, at tólv 8?mannafør hava verið við í kappingini. Argjabáturin hevur verið suverenur, og vit endurtaka lukku ynski við FM heitinum, sum vit heilsaðu teimum við eftir vestanstevnuna. Einki tykist at vera at ivast í, at tað eisini komandi ár fer at vera stór luttøka í hesari bátastøddini.

Síðani FM kappingarnar í 1973 fingu tað snið, sum tær hava nú, hava átta bátar vunnið á ólavsøku. Sigurin hesa ferð var tann sætti hjá Argjabátinum. Ørvur og Kvívíkingur hava eisini vunnið seks ferðir.

Sigurin í ár er sjeyndi FM sigurin hjá Argjabátinum síðani 1973. Harvið er Argjabáturin mest vinnandi 8?mannafarið. Ørvur hevur vunnið seks ferðir, Kvívíkingur hevur vunnið fimm ferðir, Oyndri fýra ferðir, Knørrur tríggjar ferðir og Miðvingur tvær ferðir. 1973 var fyrsta árið, tá stig vórðu givin í øllum seks róðrunum (frammanundan var eftir ólavsøku skipað fyri serligari FM stevnu). Gøtu Tróndur vann fyrstu FM kappingina millum 8?mannafør.