Í dag kann ÍF kunngera, at Gonzalo Zárate hevur gjørt eina eitt ára avtalu við ÍF. Gonzalo Zárate er 28 ára gamal og er ættaður úr Argentina. Hann er triði argentinin, sum spælir við ÍF í seinastuni árini.
ÍF hevði í fjør Santiago Lebus og Elvio Gelmini í hópinum. Her hevur Elvio Gelmini gjørt sáttmála fyri í ár eisini, meðan Santiago Lebus spælir við AB, har hann eisini spældi í seinnu hálvu í fjør.
- Á vøllinum er Gonzalo Zárate ein framrættaður miðvallari. Hann er komin úr felagnum KF Ulpiana, ið spælur í bestu deildini í Kosovo. Hann hevur eisini umboða lið úr næstbestu deildini í Argentina, bestu deildini í Makedonia, umframt liði úr Kolumbia, skrivar ÍF.
Av øðrum, sum eru komnir til ÍF í vetur, kunnu nenvnast Jákup N. Olsen, Ruben Møller Nielsen og Jhon Mena.