Verandi heimsmeistarar, Argentina hava longið tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum í Meksiko, Kanada og USA, hóast teir hava fimm dystir eftir at spæla í suðuramerikonsku HM-undankappingini.
0-0 javnleikurin á Estadio Municipal de El Alto í Bolivia millum Bolivia og Uruguay í kvøld merkir, at Argentina verður í ringasta føri nummar seks í suðuramerikanska bólkinum, og tí hava teir longu tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum.
Argentina er fremst við 28 stigum, og Bolivia við 14 stigum á sjeynda plássinum kann í mesta lagi røkka 26 stigum.
Ekvador hevur 22 stig, Brasil og Uruguay hava 21 stig hvør, Paraguay hevur 20 stig, og Kolumbia hevur 19 stig.
Bolivia hevur 14 stig á sjeynda plássinum. Teimum á baki koma Venesuela við 12 stigum, Peru við 10 stigum, og Chile við níggju stigum.
Seks tey fremstu londini vinna seg beinleiðis til HM-endaspælið. Nummar sjey skal spæla tveir Play Off dystir móti einum liði úr einum øðrum heimsparti. So tað eru bara trý av 10 liðum sum enda við svartaperi í Suðuramerika.
Nú á midnátt føroyska tíð byrjaðu fýra dystir. Teir eru Argentina-Brasil, Chile-Ekvador, Kolumbia-Paraguay og Venesuela-Peru. Tá hesir dystirnir eru leiktir hava øll liðini leikt 14 av 18 HM-undankappingardystum.
Suðuramerikanska HM-undankappingin endar 6. september.