Arbeiðsloysið er nógv hægst í Sandoynni

Lutfalsliga hægsta arbeiðsloysið er í Sandoynni

 

Í desember 2014 var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 883 fólk, svarandi til 3,2%. 


Uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísur, at munur er á økjunum í landinum, tá ið tað kemur til arbeiðsloysið.

Arbeiðsloysisprosentið er lægst í Eysturoy, har 2,3% eru arbeiðsleys.

Nógv tað hægsta arbeiðsloysisprosentið er í Sandoynni, har 7,6 prosent eru arbeiðsleys.

Verður arbeiðsloysið í Sandoynni býtt út á kynini, vísur uppgerðin, at 8,9 prosent av kvinnunum eru arbeiðsleysar og 6,6 prosent av monnunum.

Næsthægsta arbeiðsloysisprosentið er í Suðuroy, har 4,4 prosent eru arbeiðsleys.