Arbeiðsloysishjálp til ung sum flyta til Føroya

- og skattafrádrátt til lesandi í Føroyum.
Eitt av hjartamálum hjá Unga Sjálvstýri er at bøta um umstøðurnar hjá ungum í Føroyum. Tað er ongin loyna at tað er torført sum lesandi á miðnámsskúla ella hægri útbúgving at hava ráð at flyta í egna íbúð, og tað meina vit eigur at verða arbeitt meira við í løgtinginum. Vit hava tvey uppskot um hvussu landið kann bøta um karmar okkara, fyri at gera tað møguligt hjá ungdómi, at búseta seg í Føroyum.
Ein tillaging eigur at vera gjørd, beinleiðis ætlað at vera til gagns hjá føroyskum lesandi, sum júst hava lokið útbúgving uttanlands. Fyri at eggja teimum at flyta heim aftur við góðum treysti, eiga vit umvegis ALS at bjóða teimum fíggjarligan stuðul til livikostnað og hjálp til at koma á føroyska arbeiðsmarknaðin, í eitt ár eftir at tey eru flutt heim.
Harafturat halda vit at Føroysk lesandi eiga at fáa ein umfatandi skattafrádrátt, líknandi tí lesandi í Danmark fáa, soleiðis at vit kunnu vinna okkum pengar til íbúðarkostnað, uttan at tað gongur út yvir lívsgóðskuna og skúlagongdina.
Við hesum ábótunum vildi tað verið bæði stuttligari og lættari at vera ungur í Føroyum.