Hergeir Nielsen
1. næstformaður
????
Løgtingsformaðurin hevur gjørt eina stytri og eina longri dagsskrá. Tann fyrra fevnir um morgindagin, tá eitt uppskot frá landsstýrinum og tvey frá sjálv-stýriflokkinum koma fyri.
Seinna skráin fevnir um eitt lógarmál, tveir fyrispurningar og tvey mál frá Norðurlandaráðnum. Síð-ani er slætt borð.
Seinna skráin liggur aftan á fólkatingsvalið, og løgtingsformaðurin hevur kunnað almenningin um, at hesi mál órógva politiska húsfriðin so mikið, at hann saman við umsiting síni hevur kolldømt hesi mál eina tíð fram.
Talan er um nøkur áhugaverd mál frá tjóðveldisflokkinum, og tey hava als einki við fólkatingið at gera.
Í staðin fyri setur formaðurin á skrá tvey mál hjá stuðulsflokki sínum - har annað teirra viðvíkur sjálv-um fólkatingsvalinum og júst elvir til, at valfepur tekur seg upp.
Hildið verður ikki, at formaðurin er óheftur í virki sínum, tá hann skilar sær rætt til at døma eitt lógarmál um ein almennan skrivstovubygning í Suðuroy, ein fyrispurning um bróstkrabba, og ein fyrispurning um umboðsmannin til at vera agitatiónsmál til fólkatingsvalið.
Stak undranarvert er harafturat, at í fráboðanin frá løgtingsformanninum verður eisini sagt, at umsitingin hevur arbeitt nógv við spurninginum um, hvat borðbært er á tingi í hesum døgum.
Starvsfólkið á løgtingsskrivstovuni verður drigið inn í eina politiska meting av uppskotum okkara, sigur formaðurin, og hesi starvsfólk taka so avgerðir oman fyri høvdið á fólkavaldu tingmanningini, skilja vit formannin rætt
Vit, sum eiga málini, eru ikki kunnaði um, at okkara skrivstova hevur arbeitt við eini tílíkari politiskari viðgerð av okkara málum og undrast yvir, hví so er.
Tað eru hóast alt okkara mál, og siðiligast, sakligast og sømuligast var tá, um vit eisini vóru partur av eini málsviðgerð um víðari lagnuna í hesum málum.
Vit kunnu sjálvandi saktans liva við, at málini verða viðgjørd leys av einum folkatingsvali, tí tey hava einki við tað at gera, men vit kunna illa livað við, at formaðurin og umsitingin flokka okkara mál øðrvísi enn onnur mál.
Øll vita vit, at álvarsligt arbeiðsloysi hevur rakt løgtingið. Tingmenn vóru sendir til hús 17. des 2004 og hildu frí til 19. januar 2005. Tá teir komu saman aftur, vóru bara nakrir fyrispurningar frá okkum í andstøðuni at takast við.
Hyggja vit eftir, hvat liggur fyri framman, so finna vit bara hetta eina lógarmálið frá mær sjálvum, tveir skrivligir fyri-spurningar frá tveimum floksfeløgum mínum, og síðani er slætt borð.
Vísandi til hesa arbeiðsbyrðu sigur løgtingsformaðurin, at hann hevði hildið fleiri fundir, men valdi heldur, at tálmað agitatiónini til fólkatingsvalið.
Veruleikin er, at har er ikki annað at takast við.










