Arbeiðsloysið minkar enn meira

Arbeiðsloysið í november var bert 2%

Nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísir, at árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið var 2,0% 1. november. Mánaðin frammanundan var tað 2,2, og fyri einum ári síðani var tað 2,6%.

Seinastu 12 mánaðirnar hevur arbeiðsloysið sveiggjað millum 2,2 og 2,6%.

Munurin millum kynini er tann sami, har arbeiðsloysið nú er 1,5% hjá monnum og 2,5 hjá kvinnum.


Í tali er fulltíðararbeiðsloysið 557 persónar í november í ár, tað eru 189 færri enn í november í fjør.