Støðugt fleiri grønlendingar missa arbeiðið, og eftir teimum seinastu tølunum høvdu 2.628 fólk einki arbeiði síðst í september ella 226 fleiri enn ein mánað frammanundan.
Tað størsta arbeiðsloysið er í høvuðsstaðnum Nuuk. Síðst í september høvdu 811 fólk í Nuuk einki arbeiði, og tað er 269 fleiri enn um somu tíð í fjør, sigur grønlendska hagstovan. Í Tasiilaq er arbeiðsloysið vakdið nógv tað seinasta árið - úr 118 síðst í september í fjør í 230 um somu tíð í ár.
Í Suðurgrønlandi er arbeiðsloysið minkað, og tað sama er í Ilulissat og Aasiaat har norðuri. Men í Uummannaq er talið á arbeiðsleysum næstan tvífaldað tað seinasta árið, skrivar KNR.