Seinasta arbeiðsloysisuppgerðin frá Hagstovuni er nú tøk, og hon vísir, at aftur í oktober mánaði í fjør var arbeiðsloysið metlágt.
Arbeiðsloysið í september mánaði í fjør var 0,9 prosent, og tað var tað lægsta nakrantíð. Tað metið varð longu sligið mánaðin eftir, tí tølini fyri oktober mánaða vísa, at arbeiðsloysið var tá 0,8 prosent. Tað er ein lækking á 0,4 prosent samanborið við oktober mánaða í 2018, tá arbeiðsloysið var 1,2 prosent.
##med2##
Arbeiðsloysið hevur støðugt gingið niðureftir síðan árskiftið 2010/2011, tá tað var uppi á góðum 8 prosentum, og vit skulu heilt aftur í 2008 at finna tøl, ið eru sambærilig við tey, ið vit hava nú. Tá kom arbeiðsloysið niður á 1,1 prosent.
Arbeiðsloysið er rættiliga javnt millum kynini. Í oktober var arbeiðsloysið 0,8 prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum, meðan tað árið fyri var 1 prosent hjá monnunum og 1,4 prosent hjá kvinnum.
Eftir landafrøðiligum øki er tað Norðurstreymoy, ið hevur lægst arbeiðsloysi. Har er arbeiðsloysið bert 0,4 prosent. Hægsta arbeiðsloysið er í Suðuroy, har arbeiðsloysið er 1,6 prosent. Hinvegin hevur Suðuroy størstu absoluttu minking í arbeiðsloysunum seinastu árini, tí har er arbeiðsloysið farið úr 6,3 prosentum miðskeiðis í 2017 niður í tey 1,6 prosentini í oktober í 2019.
Hví eru arbeiðsloysistølini tveir mánaðir afturút?
Orsøkin til, at arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, er, at fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.












