Arbeiðsloysiskipanin fer nú undir eitt nýtt átak fyri at geva arbeiðsleysum fólkum eitt meira innihaldsríkt lív.
Í Íslandi hevur arbeiðsloysisskipanin fleiri ymisk arbeiðsskapandi tiltøk fyri arbeiðsleys, og tað var í Íslandi, at Arbeiðsloysiskipanin í Føroyum fekk hugskotið til at leiga vakstrarhúsið í Sandavági til okkurt arbeiðsskapandi virksemi.
Ernst Jacobsen, stjóri í ALS sigur, at tey samráðast vit Búnaðargrunnin um eitt leigumál. Sáttmálin er tó ikki undirskrivaður enn.
Valið fall á vakstrarhúsið í Sandavági, tí tað er ein sannroynd, at torført er at fáa vakstrarhús at bera seg í Føroyum, og ALS vil ikki fara inn í kapping við nakra fyritøku, sigur Ernst Jacobsen.
Enn liggur einki fast um, hvat virksemið skal vera í vakstrarhúsinum í Sandavági, men Ernst Jacobsen hugsar sær, at arbeiðsleys kunnu framleiða okkurt grønmeti í vakstrarhúsinum, og tað skuldi ikki nervað nakra fyritøku, tí eingin framleiðir grønmeti í Føroyum við sølu fyri eyga.
Samfelagsgagnligt
- Tað kundi eisini gjørt, at innflutningurin minkaði, sigur Ernst Jacobsen.
Hann fer nú at ráðføra seg við køn fólk á økinum um, hvør framleiðsla er skilabest at fara undir.
Ernst Jacobsen hugsar sær, at nøkur eldhugað fólk skulu arbeiða við framleiðsluni í vakstrarhúsinum. Haraftat verður brúk fyri fólki at selja, koyra út, gera bókhald og so víðari.
- Hetta er nýbrot hjá ALS, og vit eru sera spent, hvussu átakið fer at rigga. Endamálið er at geva arbeiðsleysum fólkum eitt meira innihaldsríkt lív og nakað at gera í staðin fyri at ganga fyri einki og bara taka ímóti peningi, sigur Ernst Jacobsen.










