Arbeiðsgevari koyrdur á heysin tí hann ikki betalti løn

Føroya Arbeiðarafelag hevur nógv stríð av arbeiðsgevarum, sum ikki betala løn

Lønareftirstøða

Tað kann vera dýrt hjá arbeiðsgevarum, ikki at betala arbeiðsfólki ta løn, sum tey eiga eftir sáttmálanum.
Tað hava fleiri arbeiðsgevarar sannað, sigur Ingeborg Vinther, í ársfrágreiðing síni á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag í gjár.
Hon sigur, at Føroya Arbeiðarafelag hevur havt nøkur mál, har limir okkara ikki fingu tað sáttmálaásettu lønina og uppsagnarløn sína
Tí var neyðugt at krevja peningin inn við hjálp frá rættinum.
? Í einum føri flutti arbeiðsgevari av landinum, og eftir stóð verkafólk, sum hevði rættiliga stórt lønarkrav til góðar.
Ingeborg Vinther sigur, at málið varð sent til danskan advokat, og endin varð, at arbeiðsgevarin varð koyrdur á húsagang.
? Men tá ið arbeiðsgevarin ongar ognir átti, misti nevndi limur lønaráogn sína kortini.
Viðmerkjast skal, at ikki bar til at lata Trygdargrunninum nevnda lønarkrav, tí trygdin, sum hesin grunnur veitir løntakarum, er so syndarliga vánalig, og fráboðanarfreistirnar eru stuttar,sigur Ingeborg Vinther
Hon sigur, at í einum øðrum máli varð løntakari sagdur upp, og arbeiðsgevarin gjørdi vart við, at maðurin var tímaløntur og tí bert átti rætt til 20 daga uppsagnarfreist.
Men Føroya Rættur staðfesti, at løntakarin átti tríggjar mánaða uppsagnarfreist, tí hann var at meta sum fastløntur.
? Arbeiðsgevarin førdi í rættinum fram, at hóast løntakarin hevði fingið somu upphædd útgoldna hvønn mánað, so var talan um tímaløn, sum av praktiskum grundum varð goldin út sum føst upphædd hvønn mánað.
Men hetta svølgdi rætturin ikki og sostatt fekk løntakarin viðhald í, at hann átti tríggjar mánaða uppsagnarfreist.