Álitisbrot
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag eru alt annað enn nøgd við framferðina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, síðani nýggjur sáttmáli varð gjørdur fyrr í hesum mánaðinum.
Í einum hvassorðaðum skrivi, feløgini hava sent Føroya Arbeiðarafelag, siga  tey, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur stungið tey í ryggin. 
Tá ið verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, endaði og nýggjur sáttmálið varð gjørdur, hendi tað, at hesi hesi bæði feløgini fingu betri sømdir enn Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík fingu, sum ikki fóru í verkfall, men gjørdi sáttmála, áðrenn tað kom so langt.
Tað, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag vóru serliga stolt av, var, at tey fingu  reglur um aldursviðbót við í sáttmálan.
Tað merkir, at arbeiðsfólk, sum hava verið fleiri ár á á sama arbeiðsplássi, fáa nú hægri tímaløn enn tey, sum ikki høvdu verið so leingi.
Hetta vóru rættindi, sum Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík ikki høvdu í sínum sáttmála.
Men síðani er tað hent, at ein ískoytissáttmáli er gjørdur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini  í Klaksvík hinumegin.
 Hesin ískoytissáttmálin gevur teimum somu aldursviðbót, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, fingu.  
Átala harðliga
Hetta er rættiliga fallið leiðslunum í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag fyri bróstið og í einum hvassorðaðum brævi til arbeiðsgevaran, hava tey nú átalað framferðina.
 ? Í fjølmiðlunum hava vit frætt at Føroya Arbeiðsgevarafelag  hevur givið Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag tey sáttmálarættindi, sum feløg okkara við samráðingum og verkfalli hava stríðst okkum fram til.
Hetta er hent, uttan at Føroya Arbeiðsgevarafelag  hevur tikið spurningin upp við Føroya Arbeiðarafelag og  Havnar Arbeiðskvinnufelag. Tað er heldur ikki so frægt sum at Føroya Arbeiðsgevarafelag  hevur givið okkum formlig boð um hetta. Samstundis er tað hent uttan at veruligar samráðingar hav verið um hesar spurningar, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag í skrivinum til arbeiðsgevararnar.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag siga, at tey hava einki ímóti at onnur fakfeløg við samráðingum vinna sær rættindi fyri limir sínar.
? Men vit kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at tey rættindi, sum vit  við tógvið stríð hava fingið inn í sáttmálaásetingar okkara, verða latin øðrum feløgum, sum als ikki hava sett hesi sáttmála-krøv fram.
? Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag átala harðliga mannagongdina, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur brúkt í hesum máli.
Feløgini siga eisini, at tey tilskila sær rætt til at seta tiltøk í verk fyri at forða fyri at Føroya Arbeiðsgevarafelag  enn einaferð stingur tey í ryggin, eftir at tey hava skrivað undir nýggjan sáttmála.
? Framferð tykkara hevur skapt rættiliga øsing hjá limum okkara, og vit taka ikki ábyrgdina av møguligum avleiðingum, sum hetta lokabragd tykkara møguliga fer at fáa.
? Framferð tykkara hevur eisini sannført okkum um, at vit ikki kunnu hava álit á nevndina í felag tykkara, tá vit skriva undir sáttmála, og hetta hava vit noterað okkum í sambandi við komandi sáttmálasamráðingar, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag í skrivinum til Føroya Arbeiðsgevarafelag.










