Arbeiðsgevarar fokus á orkuspurningin

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett ein strategibólk at arbeiða við orku-og umhvørvisspurningum. Endamálið er at minka um orkunýtsluna og soleiðis eisini minka um Co2 útlát Í strategibólkinum sita Bergur Poulsen, Havsbrún, Magni Arge, Atlantic Airways, Johnny í Grótinum, Føroya Banki, Viberg Sørensen, Føroya Reiðarafelag, Joel undir Leitinum, Samskip, Hákun Djurhuus, SEV, Árni Jakobsen, SMJ og Marita Rasmussen, Vinnuhúsið.

Bólkurin skal ætlandi í september koma við einum boði upp á, hvussu orkunýtslan og soleiðis eisini Co2 útlátið hjá føroyingum kann minka.

Fyrr í ár skipaði Vinnuhúsið saman við øðrum fyri veðurlagsráðstevnuni TACC.

- Hesin bólkur er settur ásannandi, at Co2 útlátið skal minka, og at oljuprísurin er sera høgur. Hetta eru avbjóðingar, sum vinnan má fyrihalda seg til, sigur Vinnuhúsið á síni heimasíðu.

Nágreiniliga endamálið við arbeiðnum hjá strategibólkinum er sambært heimasíðuni 1) at fáa eyðmerkt, hvørji driv, sum eru innan orkusparing í londunum kring okkum, 2) at fáa gjørt eina greining av støðuni í Føroyum, 3) umframt at koma við nøkrum tilmælum um, hvussu farast skal fram fyri at minka um orkunýtsluna og føroyska Co2 útlátið.

- Arbeiðið er farið í gongd, og eftir ætlan verður bólkurin liðugur í september mánaða, sigur Vinnuhúsið á síni heimasíðu.